Leitingin eftir Pauline Kleist er steðgað

- Leitað hevur verið víða um, bæði uppi á landi og á sjónum. Allur býurin er tráleitaður, og leitað hevur eisini verið uttan fyri býin, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi.

 

 

Eftir at hava leitað eftir 69 ára gomlu Pauline Kleist í Sisimiut í eina heila viku, er løgreglan nú givin við leitingini. Løgreglan hevur valt at gevast við leitingini, men kanningararbeiðið í býnum heldur fram.

- Vit halda ikki, at grundarlag er at halda fram við leitingini kvinnuni, sum seinast varð sædd í Sisimiut umleið klokkan 15 hin 19. januar, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Brian Thomsen, við Sermitsiaq.

Kanningararbeiðið fevnir um at finna út av, hvat kvinnan hevur gjørt dagarnar, áðrenn hon hvarv. - Hetta er soleiðis eitt afturlítandi kanningararbeiði, leggur vaktleiðarin aftrat.

Brian Thomsen sigur við Sermitsiaq, at leitað hevur verið víða um, bæði uppi á landi og á sjónum. Allur býurin er tráleitaður, og leitað hevur eisini verið uttan fyri býin, men tíverri til fánýtis.

- So vítt eg veit, eru tað framvegis fólk í býnum sum leita, men løgreglan er ikki longur partur í leitingini, sigur vaktleiðarin, sum leggur aftrat, at máið um Pauline Kleist nú er eitt mál hjá løgregluni í Sisimiut.