Westerbeek sakk 2. september í 1742, og fleiri havt havt á munni, at áhugavert hevði verið at kava á staðnum, har hildið verður at Westerbeek sakk.
Leygardagin fóru menn at kava. Tað er Mathias Lassen, sum er oddamaður. Hann hevur áhuga í søguni um Westerbeek og hevur kannað og skrivað um søguna.
Funnu onki leygardagin
Kavarar leitaðu leygardagin eftir kanónum, ella øðrum vraklutum, av Westerbeek, sum sakk vestanfyri Suðuroynna í 1742, men teir funnu onki. Men alt gekk avbera væl.. Náttúran er vøkur á staðnum.
- Tað blivu bert til 3 túrar við ferðafólki í fjørsummar, men heldur átti at verið siglt 3 túrar um vikuna, um borið var rætt at, sigur Mathias Lassen um náttúruvakurleikan
Mathias Lassen, sum er søguliga áhugaður í Westerbeek, var á odda fyri royndunum, men afturat sær hevði hann t.d. Sigurð Gudmundson, ið eigur útgerð og skjóttgangandi bátar. Sigurd og Ditlev Winther hava latið bátar. Brimil lá eisini undir Beinsvørði undir leitingini.
Leitað varð útfyri Lopranseiði og nakað suðureftir mótvegis Beinisvørði.
Kavarar frá fyritøkuni hjá Símun J. Højsted, kavaðu. Teir hava alla hugsandi útgerð, so sum metal-leitara, undirvatnsscootarar og myndatól. Tvær kavingar vórðu gjørdar leygardagin og teir vóru onki minni enn bergtiknir av Suðuroynni.
Mathias Lassen segði soleiðis leygarkvøldið:
- Teir eru púra ovfarnir og njóta veruliga at arbeiða í hesum vakurleikanum. Teir siga sum er, at bjørg og onnur støð norðanfjørðs, ið víst verða fram, kunnu pakka saman, um samanborið verður við hetta. Teir skilja als ikki, at tað bert blivu til 3 túrar við ferðafólki í fjørsummar, tí heldur átti at verið siglt 3 túrar um vikuna, um borið var rætt at, sigur Mathias Lassen.
Hóast onki varð funnið leygardagin, so var gleði í at arbeiða undir so vøkrum umstøðum og í góðveðrinum. Ætlanin var beinanvegin at royna aftur sunnudagin.
Westerbeek sakk í 1742 og serliga eru tað goturstykkini, kanónirnar, ið vónir eru um at finna.
Úrslit!
Kavarar leitaðu aftur sunnudagin eftir vraklutum av Westerbeek. Leitingin gav úrslit og greiðar ábendingar um vraklutir
Stigtakarin, Mathias Lassen, var fegin og segði sunnukvøldið, at seinnapartin sunnudagin vísti metal-leitarin greitt og konsentrerað útslag. Men tað, ið er á botni, liggur fjalt undir gróti, men staðið er merkt, og endi settur á. Farast má so møguliga aftur á staðið við tólið, ið vísur hvussu langt undir grótinum, fongurin liggur fjaldur.
Mathias Lassen fegnast um, at leitingin gav úrslit júst á tí stað, har teir alla tíðina hava hildið, at Westerbeek fór á land. Enn er ikki avgjørt, nær - og um - enn ein roynd verður gjørd at kava á staðnum.
Westerbeek var seglskip úr Hollandi, ið fór á land á leiðini útfyri Lopranseiði og Beinsvørð 2. september í 1742. Søgan um hendingina hevur livað síðani, og Mathias Lassen hevur í longri tíð kannað søguna, og kavingin um vikuskiftið er liður í kanningararbeiðinum. Serliga eru vónir um at finna goturstykki, kanónir, og kanska er úrslitið um vikuskiftið ábending um júst hetta.
Westerbeek
Søgan um Westerbeek er í stuttum henda; Westerbeek fór úr Eysturindisku oyggjunum við umleið 90 monnum umborð, við kós móti Hollandi. Ódnarveður brestir á, og seglskipið fer á land vestanfyri Suðuroynna, nakað sunnanfyri Lopranseiði, 2. september í 1742.
Søgurnar hava livað um hendingina, og tað verður sagt, at menn bjargaðu sær eftir mastrunum uppá røkur í bjørgunum. Teir fáa bjarga sær á enda hátt, men tó druknaðu 10 mans og ein lat lív í bjørgunum.
Eittnú hevur verið tosað um eftirkomarar eftir monnum av Westerbeek, og tað er ein síða av søguni, ið Mathias Lassen eisini hevur verið áhugaður í, tá hann hevur granskað hendingina og søguna
Tað eru serliga kanónir, goturstykki, ið vónur eru um at finna, nú leitað verður eftir vraklutum. Westerbeek hevði tvær kanónir úr messing, 20 úr jarni, umframt akker úr jarni.