Tað er ein vika í dag, síðan tríggir menn fóru úr Qeqertaq í einari jollu ávegis móti Ilulissat. Tá teir ikki vóru komnir fram tveir dagar seinni, varð leiting sett í verk.
Seinnapartin mikudagin í hesi vikuni fann challenger-flogfar hjá Arktisk Kommando eina mannleysa og hálvsoknað jollu, men um hesar leiðir vóru eingir menn at síggja.
Jollan varð tikin til lands fyrrapartin hósdagin, og her staðfesti løgreglan, at hetta var jollan, sum teir tríggir vóru í, tá teir loystu í Qeqertaq.
Dúgliga hevur verið leitað, har jollan varð funnin umleið 20 kilometrar sunnanfyri Qeqertarsuaq og aðrastaðni kring um á leiðini.
Leitað hevur bæði verið við skipum, bátum, tyrlu og flogfari, men eingin hevur sæð nakað til teir tríggjar, og fríggjanáttina gjørdu myndugleikarnir av at gevast við leitingini.
Hósdagin var eisini ein tyrla hjá Air Greenland við í leitingini á leiðini, har jollan varð funnin, men tíverri gav heldur ikki henda royndin nakað úrslit.
Sjóverjuskipið, Lauge Koch og fleiri bátar hava eisini verið við í leitingini eftir teimum trimum saknaðu.
Kommandørkapteynurin hjá Arktisk Kommando, Brian Jensen, sigur, at tað er altíð ein tung avgerð at taka at gevast við leiting eftir saknaðum, tí tá fáa tey avvarðandi eingi svar um, hvat hendi teirra kæru.
- Fleiri íbúgvar á leiðini hava verið við í leitingini, og tey hava øll stórt rós uppiborið, sigur Brian Jensen hjá Arktisk Kommando við Sermitsiaq.