Leivur letur aftur

Enn ein bygdahandil hvørvur. Leivur Kjærbo í Sumba snarar nú lykilin, eftir at hava rikið handil í 31 ár og eftir at handil hevur verið í húsinum síðani 1941. Hóast tað ikki er lætt at reka smærru handlarnar á bygd, heldur Leivur grundarlag vera fyri handlinum, men eingin er áhugaður at taka við

 

Ein sannroynd er tað, at smærru handlarnir kring landið, eins og í høvuðsstaðnum, hava ikki havt tað lætt seinnu árini. Rákið er við størru eindunum, handilsketunum, ið smærru fyritøkurnar ikki megna at kappast við. Ein fyri og annar eftir eru handilsgluggar myrknaðir seinnu árini og nú hvørvur enn ein handil.

 

Kemur ein í hesum døgum framvið handlinum hjá Leivi Kjærbo í Sumba, so er ikki nógv eftir á hillunum. Matvøran er burtur og restin fer fyri bíligan penga. Skilliga sæst, at her hevur verið mangt og hvat at fáa. Klæði, gávulutir, amboð og jólapynt.

 

Í september í 1970 byrjaði Leivur í handlinum. Leivur Kjærbo hevur sostatt í 31 ár rikið handil í Sumba, men letur nú aftur. Hann fyllir í næstum 77 ár og heldur tíð vera at gevast, nú hann er farin 10 ár framvið pensjónsaldrinum.

 

Tað er ikki tí, at Leivur ikki metir grundarlag vera fyri handlinum, at hann gevst. Men eingin er áhugaður í at taka við.

 

Leivur hevur tí bíðað við at lata aftur, tí hann vildi ikki, at eingin handil skuldi verða í bygdini, men onnur eru nú byrjað við handli. Nú er lív komið í aftur gamla handilin á Ólafløtti og so helt Leivur eitt høvi verða hjá sær at gevast. Hesin handil var úthandil hjá monnunum á Gørðunum í Vági, fram til einaferð í fýratiárunum.

 

 

 

Síðani 1941

 

Tað var pápi Leiv, ið byrjaði handil í 1941 og helt á til einaferð í fimtiárunum. Síðani tók ein bróður Leiv við og helt á til 1958, tá hann flutti til Havnar og í Smæruna at starvast. Annar bróður tók við og helt á til 1970, tá Leivur tók við.

 

Sjálvur var Leivur niðri í Danmark frá 1955 til 1970.

 

Sostatt er talan um eina gamla familjufyritøku, ið nú fer í søguna.

 

 

 

Neyðugt við handli

 

- Ein handil á bygd skal leggja dent á matvøru, sigur Leivur, tá spurt verður um líkindini at reka handil uttanfyri miðstaðarøkið.

 

- Fólk fara til Vágs og á Tvøroyri at keypa, tá góð tilboð eru. Vit hava ikki grundarlag fyri somu tilboðum. Men um ein dugir, so er grundarlag fyri at reka handil. Tað er eisini neyðugt at hava handil í Sumba. Nógv eldri fólk eru og fólk kann ikki fara av bygdini, um tey skulu hava ein pakka av the, sigur Leivur og nevnir, at aðrastaðni, t.d. í Noreg, hava myndugleikarnir tikið stig til at varðveita smærru handlarnar kring landið, júst tí at fólk, ið har eru, hava tørv á handli.

 

Eingin loyna er kortini, at stríð er av at reka handil, serliga við matvøru.

 

- Tá vit fingu MVG, kom eisini nógv umsitingarligt arbeiði, sigur Leivur.

 

Men Leivur hevur havt nógv at bjóða, umframt matvøru.

 

- Vit hava havt alt møguligt og hava eisini útvega ymiskt. Tað hevur verið eitt slag av kundatænastu, sigur Leivur.

 

 

 

Ikki svárt

 

Tann 1. oktober gavst Leivur við matvøruni og nú skal restin bara seljast út.

 

Men Leivur Kjærbo metir tó ikki, at tað er so svárt at gevast.

 

- Eg eri fyrireikaður og havi eisini bíðað eftir høvi at gevast, sigur Leivur, ið fegnast um, at yngri kreftir nú lata upp handilin á Ólafløtti, so handil aftur er í bygdini, hóast hann sjálvur letur aftur.

 

- Men eg fari eittnú at sakna at práta við fólk, sigur Leivur, sum ikki er bangin fyri at keða seg, nú handilin ikki er longur. Heldur ikki, hóast hann ongantíð hevur tímað at fingist við seyð.

 

- Eg havi ymisk onnur ítriv og einum nýtist als ikki at keða seg, sigur Leivur Kjærbo og í stovuni sæst, at málningalist hevur hansara áhuga. Har eru málningar eftir kend og minni kend listarfólk. Undir onkrum málningi sæst, at Leivur Kjærbo sjálvur hevur málað.

 

- Kanska eg fari at mála eitt sindur aftur, sigur Leivur.