Leivur Mikkelsen ella Leivur hjá Mikkjal Peturi, sum hann eisini verður kallaður er elstur av sjey syskjum. Kirstin, Katrina (Kata), Sámal, Eli, Malan og Matilda
Leivur vaks upp á Norðoyri og hevði ein ríkan barndóm saman við tí serligu náttúru í hesum fjarlagda og áhugaverda umhvørvi, sum hendan bygdin kundi bjóða einum virkisfúsum unglingi.
Leivur var við og hjálpti til, sum allir hinir í gerandisdegnum, og hevði tíðliga sín stóra setning at røkja. Tá ið Leivur fór í skúla í Klaksvík, vóru eingir vegir, bilar og bussar, sum nú. Nei, hann hevði hestin Drekan, sum hann reið í skúla við – inn í Bø, sum tey tá søgdu. Hesturin var hansara góði vinur og skúlafelagi, sum tolin bíðaði uttanfyri, meðan Leivur næm sær kunnleika um heimssøguna og -høvini, ið honum longdist eftir at sleppa út at royna.
Tó flutti Leivur til Oyrar at ganga í skúla sum 12 ára gamal, tá ið ”vandrilæraraskipanin” kom, har skúli varð hildin í húsunum hjá Jóan Karl, bónda.
Leivur fór til skips við ”Eingils-trolara” í 1943. 1944 - 45 við Skálanes í konvoy í Íslandi - her var Dávur úr Gerðum skipari.
Leivur var eisini til skips við trolarum. Tí elsta Skálaberg, Dragaberg og Sjúrðarberg, har skiparar m.a. vóru Dávur úr Gerðum, Oliver í Gøtu og Kaj Johannesen. Eisini hevur Leivur róð út við ymiskum bátum
Leivur giftist í 1952 við Poulinu Poulsen, ættað av Eiði, og fingu tey børnini Joan og Annfríð, sum báðar eru búðsettar í grannalagnum hjá Leivuri.
Eitt skifti búði Leivur og Poulina í Íslandi, har hann róði út við gørnum og línu.
Leivur kenna vit kanska best frá Kósini, har hann var arbeiðsformaður í heili 22 ár. Ein formaður av tí góða gamla slagnum, sum visti hvat hann vildi, og sum tú fekk greið boð frá. Sum formaður mátti hann onkuntíð taka avgerðir, sum ikki øllum hóaðu. Tó dugdi hann at lata skína ígjøgnum, at hann hámetti síni starvsfólk og leiðsluna. Tað, sum tey í dag kalla loyalitet!
Hetta hugtakið, sum hann kanska ikki kendi navnið á - saman við nærlagni, hevði hann altíð fyri eyga í sínum starvi. Á henda hátt vann hann sær nógvar góðar vinir á arbeiðsplássinum – eisini millum leiðslu, keyparar og sølufólk.
Leivur er ein vinsælur maður, sum hóast spakførur er rættiliga skemtingasamur og dugur væl at síggja umheimin frá tí skemtiliga horninum, heldur enn tí køvandi.
Ítróttur og alt sum hevur við fótbólt at gera - á skýggjanum ella á vøllinum, er stóra frítíðar áhugamáli hjá Leivuri. Hann hyggur áhugaður at øllum dystum hjá nærum øllum deildum! Eisini undir venjing.
Leivur er barngóður og yngist hann av, at vera millum abbarbørn síni, sum hann er leikkátur saman við. Um sama mundið, sum hann fekk fyrsta abbabarnið Guðrun, fyri meir enn 20 árum síðan, keypti hann sær ein glastrevjabát, ið kann kallaði upp: Guðrun. Leivur hevur verið sera raskur at flotið við hesum báti á Borðoyarvík og væl suður frá, síðani tá – Ja, hann flýtur enn, um hann bara sleppur.
Og ungir menn vilja fegnir sleppa við, tí Leivur er fróðarmaður á sjónum. Er áhugaverdur og skemtingarsamur at vera saman við, samstundis sum álvarsemi og skynsemi er innanborða – ja, rættur sjómansskapur.
Yngsti abbasonurin er uppkallaður eftir Leivuri, og hava teir báðir væl skiljandi eitt serligt prátingarlag. Á sama hátt er, tá ið langabbasonurin Pól Eyðfinn er hjá.
Tað er ikki dagur, at Leivur ikki situr og egnur ein stamp, rekir línu ella rippar húkar í kjallaranum. Og vit hava mangan góðan bitan av sjónum at takka Leivuri fyri!
Jú, av sonnum kunnu vit ynskja skilamanninum við tí unga sinninum, Leivi Mikkelsen, hjartaliga tillukku við 85 ára degnum.
Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Mylnugøta 26.
Dávur