Seinasta dagføringin hjá NCC yvir gongdina at bora og spreingja Eysturoyartunnilin sigur, at nú eru 880 metrar av stívliga 11 kilometrum sprongdir.
Á Strondum vórðu 26 metrar lagdir aftrat, soleiðis at nú eru boraðir og sprongdir 584 metrar á Strondum. Á Hvítanesi vórðu sprongdir 35 metrar, soleiðis at her eru boraðir og sprongdir 296 metrar tilsamans.
Samlaða metratalið í báðum endum er nú komið upp á 880 metrar. Tað merkir, at vit enn eiga tann fyrsta kilometurin til góðar. Men, soleiðis sum gongdin annars hevur verið, verða stívliga 100 metrar sprongdir um vikuna, tó ikki seinastu vikuna.
- Í báðum endum vóru smærri lekar seinastu vikuna, sum vórðu tettir. Hetta ávirkaði framgongdina, sigur NCC í síni seinastu dagføring av tunnilsarbeiðnum.
Eysturoyartunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir.
- Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir. Tunnilin fer at knýta báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum, vita tey hjá NCC at siga.