Tað var sum á døgum Jesusar. Fólk flokkaðust um danska læknan, sum tey høvdu hoyrt, kundi sleppa teimum av við líðingarnar, eingin fyrr hevði tikið fyri fult.
Hetta var tó eingin Jesus, men bert ein vanligur lækni, sum hevur nýtt nógv ár av sínum lívi at granska í hesum skaða. Eftir mong ár er hann nú førur fyri at viðgera og í allarflestu førum lekja fólk, ið líða av ?piskesmæld?.
Flestu, sum líða av koyrilsbresti, hava fingið hann í ferðsluóhappi, men eisini stoytir, eitt nú orsaka av falli, kunnu elva til henda skaða.
Plágurnar, sum standast av koyrilsbresti, eru nógvar, og í ringasta føri verða fólk óarbeiðsfør.
Ógvuslig høvuðpína og støðug møði eru mest eyðkendu trupulleikarnir, sum fólk við koyrilsbresti hava at dragast við.
Tað ringasta hjá hesum sjúklingum er, at fá hava tikið tey fyri fult. Tey verða skírd bæði líkt og ólíkt ? løt, sjúkliga sjúkurødd ella grenj.
Telefonstormur
Ein av teimum, sum hevur drigist við ógvusligar plágur orsaka av koyrilsbresti, er Leivur Sørensen í Syðrugøtu.
Av tilvild hoyrdi hann um danska læknan og leitaði sær hjálp hjá honum. Eftir fáar viðgerðir, var týðiligur bati hjá Leivi, sum hevði verið sjúkur í 25 ár.
Leivur setti sær fyri at royna at fáa læknan til Føroya, og í seinastu viku kom Øivind K. Mathiasen til higar.
Ein vinmaður hjá Leivi keypti ferðaseðilin, og onnur lótu summarhús síni ókeypis, so læknin og kona hansara kundu vera fyri seg sjálvi á føroyaferðini.
Fríggjakvøldið sendi SvF ein stubba um viðgerðina, sum danski læknin gevur. Síðani tá hevur verið telefonstormur hjá Leivi Sørensen og Jóhan Beder, sum eisini hevur leitað sær viðgerð í Danmark hjá danska piskesmældslæknanum, sum Øivind K. Mathiasen verður kallaður niðri.
Kragi fyribyrgir
Ein stór avstralsk kanning vísir, at fólk, ið nýta kraga eftir eitt ferðsluóhapp, oftast sleppa undan skaða í nakkanum.
Har yviri skal ein ikki rokna við, at tryggingin tekur við, um ikki kragi verður nýttur eftir eitt ferðsluóhapp.
Øivind K. Mathiasen sigur, at hetta kann samanberast við, tá tú keikir fótin. Verður fóturin ikki umbundin og stuðlaður, er vandi fyri varandi meini.
Júst tað sama er galdandi, tá høvdið verður slongt harðliga aftur og fram. Tá er neyðugt, at hálsurin verður hildin í friði og stuðlaður við kraga nakrar dagar.
Hetta er ein einføld viðgerð, men hon kann sleppa fólki undan áralongum líðingum og óarbeiðsføri.
Ikki uppfunnið nakað nýtt
Øivind K. Mathiansen er útbúgvin lækni. Hann sigur, at hann hevur ikki funnið uppá nakað nýtt, men bert granskað í tí tilfari, sum fanst frammanundan.
- Alt byrjaði, tá eg starvaðist á pínudeildini á intensivdeildini í Esbjerg. Tað vóru so nógv, eg ikki fekk hjálpt við tí viðgerð, eg kundi geva, sigur hann.
Eftir áheitan byrjaði hann at hyggja nærri at ymiskum alternativum viðgerðahættum. Og tá hann hevði tikið øll skeið, ið funnust í danska ríkinum, fór hann uttanlands at læra meiri.
Í læknaliga fakliteraturinum stendur, at varandi koyrilsbrestur er ólekjandi, men hetta er ikki so.
- Mínar royndir eru, at øll, sum líða av ?piskesmæld?, kunnu hjálpast og í nógvum førum lekjast fullkomiliga, sigur danski læknin.
Ein av trupulleikunum við koyrilsbresti er, at røntgenmyndir og skanningar sjáldan avdúka skaðan.
Hetta kemst av, at broytingar í bleytholdinum ikki kunnu mátast. Tað ber bara til at føla tær við fingrunum, og til tað krevst venjing.
Tað er sum at spæla á klaver ella at koyra bil. Tú kanst ikki lesa teg til tað.
Børn verða svikin
Øivind K. Mathiasen er sera eymur, tá tað snýr seg um børn við koyrilsbresti.
Børn smokka burtur í millum og verða alt ov ofta hildin burtur við pínutablettum.
Tey hava trupult við at seta orð á, hvat teimum bagir. Í staðin leika tey í fyri at avleiða tankarnar frá pínuni. Tað eru allar orsøkir at taka børnini í álvara, tí ein hálendsk kanning vísir, at ?piskesmæld? hjá børnum er ein trupulleiki, bæði í skúlanum og sosialt.
Sjúklingar við koyrilsbresti verða ongantíð viðgjørdir beint eftir óhappið. Tað er umráðandi at lata tíðina ganga. Um pínan fer av sær sjálvum, og eingi sjúkueyðkenni eru, er eingin orsøk at geva viðgerð.
Flestu gerast frísk
Er koyrilsbresturin varandi, er alneyðugt at koma í viðgerð, og tey flestu gerast heilt frísk.
Ikki allir sjúklingar hava eins nógvar viðgerðir fyri neyðini. Summi verða frísk eftir heilt fáum viðgerðum hjá Øivindi.
Nógv fólk fara ígjøgnum langar viðgerðir hjá fysioterapeutum. Summi við góðum úrslitum - onnur fáa ikki hjálp.
Fysioterapeutarnir í dag eru væl útbúnir, men tey hava eitt øki, sum tey mugu halda seg innanfyri.
Um skaðin sitir tætt at hámønuni, skulu tey steðga viðgerðini har.
- Sum lækni havi eg ein annan førleika og heimild, og ta ábyrgdina
skal eg tora at átaka mær, sigur Øivind.
Dagarnar í Føroyum hevur Øivind viðgjørt hópin av sjúklingum. Minst 50 aftrat hava ringt og ynskja at koma í viðgerð, sigur Leivur Sørensen við Sosialin.
Nú verður arbeitt við at fáa Øivind aftur til Føroya. Privatpersónar hava tosað um at keypa hann heimaftur, so tey kunnu verða viðgjørd her heima, í staðin fyri at noyðast longu ferðina til Danmarkar.
Myndatekstur:
Fólk ringdu úr eyst og vest, tá tey hoyrdu um danka læknan, Øivind K. Mathiasen, sum gevur viðgerðir fyri koyrilsbrest ? ella piskesmæld, sum tað eitur á donskum
(Myndir: Jens Kristian Vang)