Lena gevur nýggja fløgu út í vár

Seinastu ferðirnar Lena og Niclas hava verið í Føroyum, hava tey nýtt nógva tíð í upptøkuhølunum. Eitt nú hava tey í fleiri vikur tikið upp í Útvarpinum. Nú váttar Lena á heimasíðu síni, at úrslitið verður ein fløga, ið verður útgivin í Føroyum í vár.

 
Hetta er bert nakrar mánaðar eftir, at Cant Erase It var givin út í Danmark og aðrastaðni úti í heimi. Síðan útgávuna av fløguni hevur Lena spælt nógv í Danmark, og tað skilst, at marknaðarføringin av Cant Erase It heldur fram sum áður. Serliga lagið Step On The Gas hevur verið nógv at hoyrt í donskum útvarpi, og í næstum sleppa danir at uppliva enn eina útvarpssinglu, tað verður tittullagið  fløguni Cant Erase It. Meðan føroyingar longu kunnu byrja at gleða seg til nýggju útgávuna.