Lena givið avboð

Lena er vorðin sjúk, og nýggjur bólkur kemur í hennara stað.

Lena Anderssen skuldi spæla fyrstu konsertina á ársins Summarfestivali, men hon varð noydd at geva avboð vegna sjúku.

 

 

- Í staðin verða tað so Tausen-ættarfólk, ið fara at spæla í Tjaldinum klokkan 20 í kvøld, boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi.

 


Tey eru, millum onnur, Óli & Judy, Guðrið Hansdóttir og onnur í Tausen-ættini, sum í vikuni var hátíðarhildu, at 100 ár eru liðin síðani, at fyrstu niðursetufólkini komu til Runavíkar. Millum eftirkomararnar hjá Haldu og Hans Tausen eru nevniliga nógvir gávuríkir tónleikarar, og í sambandi við hátíðarhaldið trinu Tausen-fólkini á pall í Løkshøll.

 

 

- Nú rykkja tey úr Runavík og til Klaksvíkar at spæla konsert í kvøld. Millum tey, sum kunnu upplivast á konsertini í kvøld, eru Óli & Judy, Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og fleiri, siga fyrireikararnir.