Lena Mørk 60 ár

Sunnudagin, 9. oktober, verður Lena Mørk, fødd Vang, 60 ár.

Lena hevur størsta partin av lívi sínum verið búsitandi í Havn, men ættarbondini hevur hon kortini úr Eysturoynni. Pápin var Jacob Andreas Vang av Glyvrum, og var hann sonn fiskiklógv. Mamman, Sanna Vang, var ættað úr Hoygarðinum á Toftum. Hennara leiklutur var, sum so mangan tá, at haldi hús og heim, men hóast hetta so smæddist hon ikki burtur, og millum annað var hon ein av grundstuðlunum í arbeiðinum at byggja Sjómansheimið í Runavík, eins og Missiónshúsið á Glyvrum var eitt av hennara hjartabørnum.
Lena flutti á ungum árum til Havnar, og eftir at hon eitt skifti hevði starvast hjá Hans Joensen, kom hon 1. mai í 1965 í læru á skrivstovuni hjá Restorff's, sum tá umfataði bæði handilin, P.A. Restorff og so bryggjaríið. Í Hera Olsen hevði hon ein góðan lærumeistara, og illa kann sigast annað enn, at starvið hjá Restorff's gjørdist hennara lívsstarv.
Í fleiri ár var hon partur av nevndini í felagnum, og tá kreppan av álvara fór at gera um seg seinasta partin av áttatiárunum, tók hon saman við Aage Andersen, sum hon enn livir saman við, stóru avgerðina at keypa fyritøkuna.
Árini fram til 2002 var hon soleiðis stjóri á bryggjarínum, men um ársskiftið 2001/2002 tóku hon og Aage avgerð um at selja fyritøkuna. Fram til várið í ár starvaðist Lena kortini á skrivstovuni, soleiðis at talan nærum gjørdist um 40 ár á sama arbeiðsplássi.
Lena eigur tveir synir, Martin og Jákup. Eisini hevur hon tríggjar ommusynir. Teir eita Magni, Niels Áki og Mortan. Hon er burturstødd á føðingardegnum.