Lena Andersen, ið fyri stuttum gav ummælararóstu útgávuna, Eagle in the sky út á donskum plátufelagi, er júst afturkomin av konsertferð í Danmark.
Nú ferðast hon kring Føroyar, og fríggjakvøldið 1. apríl vitjar hon í Vágum. Á konsertini, ið verður í Listastovuni í Miðvági kl. 22.00, fer Lena at spæla løg av nýggju fløguni. Harumframt spælir hon onnur, eldri vælkend løg. Við sær á pall í Miðvági hevur hon Niclas Johannesen, gittar, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass og Ólav Olsen, trompet.
Um fløguna sigur Lena Andersen, at hetta er fyrsta útgáva, hon er so konkret, sum hon er á Eagle in the sky. At fuglurin er sloppin út úr búrinum. At hann loksins er frælsur. At hetta samstundis er ein útgáva, tey sínamillum kallað sigoynaraplátan. Heitið kemst av, at hon er tikin upp, framleidd, miksa, mastrað osfr., so nógv støð kring heimin, m.a. í Canada, Danmark, Los Angeles, Isle of Man, Sydney og í Føroyum, hvørt útgávan eisini ber brá av sambært jaligu ummælarum.
Tað eru Vága Tónleikarafelag og VisitVágar sum samstarva um at skipa fyri konsertum í Vágum og miða verður eftir at hava í minsta lagi eina konsert um mánaðin. Í næstum verður ein konsert skrá kunngjørd fyri summarið. Fyrsta konsertin verður altso í Listastovuni í Miðvági við Lenu Andersen fríggjakvøldið.