Lendi á Vatninum

Eitt amerikanskt privatflogfar, sum var á veg úr Bergen til Reykajvíkar, lendi skírisdag á Sørvágsvatni, tí brek var við lendingarhjólunum, so flogfarig ikki fekk sett seg á flogvøllinum í Vágum

Stutt eftir middag skírisdag fekk bjargingarliðið á flogvølinum boð um, at eitt flogfar hevði trupulleikar við lendingarhjólunum og fór at seta seg á Vatninum. Bjargingarliðið sleipaði flogfarið á flúgvarabedingina, har mekanikarar hjá Atlantsflog umvældu brekið, og flogfarið helt fram til Íslands dagin eftir.
Flogskiparin, Alex haynes úr Seattle í USA, ið var einsamallur við flogfarinum, segði , tá Sosialurin hitti hann seinnapartin skírisdag, at hann var á veg úr Finnlandi til USA við flogfarinum. Á vegnum hevði hann verið í Bergen og skuldi úr Vágum til Reykjavíkar.
Tá hann skuldi lenda í Vágum, varnaðist hann, at hann ikki fekk hjólini niður. Men av tí, at talan er um flogfar, sum bæði kann lenda á vatni og á landi, var eingin vandi á ferð yvirhøvur, og hann gjørdi av at seta seg á Vatninum.
Lotið gjørdi tó, at hann ikki metti, at hann fekk vent flogfarinum, og tí var skilabest at sleipa tað at landi, greiddi hann frá. Tað gjørdi bjargingarliðið á flogvøllinum so, og flogfarið varð tikið upp á flúgvarabedingina, har mekanikarar hjá Atlantslfog umvældu brekið.
Alex Haynes greiddi frá, at hann fyrr hevur verið í Føroyum. Tað mundi vera einaferð í áttatiárunum, helt hann seg minnast. Tá ætlaðu føroyingar at fara udnir flúgving millum Tórshavn og Suðuroy, segði hann. Men tað gjørdist ikki til nakað, so hansara »karriera« sum innanlands flogskipari í Føroyum mundi fara at avmarka seg til at flúgva hetta flogfarið av Vatninum niðan á flogvøllin at bunkra, tá brekið við hjólunum var umvælt, væntaði hann.