Álendska fuglaveiðina helst bannað av ES

Tað hevur verið skrivað og talað nógv seinastu tíðina, um hvørt vit skulu kanna møguligar fyrimunir og vansar við einum føroyskum ES-limaskapi ella ikki. Ein tann besti hátturin, er at granska tey samfeløg, ið eru meinlík okkara samfelagi. Áland líkist okkum á mangan hátt. Oyggjabólkurin millum Finnland og Svøríki, sum hoyrir til finska ríkið hevur eina stødd, og eitt fólkatal, ið minnir nógv um okkara. Ríkisrættarliga líkist londini eisini, talan eru um tvey "sjálvstýrandi øki", sum Føroyar, Áland og Grønland verða nevnd í norðurlendskum høpi.

Búsetingar síðan Steinøldina
Forngrevstir í Álandi vísa, at har hava fólk búleikast líka síðani Steinøldina. Hesir forngrevstir prógva eisini, at álendingar hava veitt fugl líka síðani Steinøldina. Áland er sostatt sum samfelag fleiri øldir eldri enn tað føroyska. Men ein felagsnevnari fyri bæði samfeløgini hevur so verið fuglaveiðan. Skrivligar keldur frá 15. øld greiða eisini frá fuglaveiðini á Álandi. So her talan um ein avgerandi tátt í søgu og samleika álendinga. Og stutt eftir, at álendska sjálvstýrislógin kom í gildi í 1921, samtykti álendska tingið eina veiðulóg. Og alt síðan 1920-ini hava álendingar samvitskufult virka fyri at friðað fugl, og ásett veiðukvotur tá tørvur hevur verið á hesum. Bert undir krígnum bleiv ránsveiða framd, men tað var av neyð og mattroti.

"Vårfågeljakten"
Álendingar nevna sína fuglaveiðu: "Vårfågeljakten". Maj-mánaði er háárstíðin fyri hesi veiðu. Álendingar útskriva uml. 4.200 veiðuloyvi árliga, har álendskir menn og kvinnur so skjóta fugl undir greiðum og skipaðum lógum og reglugerðum. Og soleiðis verður hesin aldargamli álendski siður hildin í hevd, enn! Men nú er stórur vandi fyri, at hesin aldargamli siður verður burturbeindur av ES. Hetta hóast Áland hevur havt regluligar fuglateljingar síðan 1930-árini, og eingin ránsveiða er farin fram í Álandi síðani krígslok í 1945. Alt hetta verður at rokna fyri einki, tí nú hava teir tiltiknu umhvørvisaktivistarnir (vit kenna teir!) kært "Várfuglaveiðina" hjá Álandi til alvaldandi ES-kommisjónina. Higani er málið beint í ES-rættin, ið hevur sætið í Luksemburg.

Vaknaðu við kaldan dreym!
Álendingar vaknaðu soleiðis við kaldan dreym í vár, júst sum teir høvdu glett seg til at fremja fedranna sið í "Vårfågeljakten". Størsta tíðindablað álendinga: "Tidningin Åland", sum hevur eitt upplag uppá 10.758 bløð má turt konstaterað í oddagreinini hjá Jan Helin, blaðstjóra 2. maj 2003: "Åland tog en risk då man vid EU-inträdet utgick från att den åländska jaktlagen var förenlig med EG-rätten. Man blottade sig därmed för sänare tolkningar. När sedan aktivister, okunniga om Ålands viltvård annmälde Åland til EU-kommisionen var den olyckliga siuation vi i dag befinner oss i ett rättsligt faktum.". Ríkisrættarliga er Áland tikið við brøkrunum niðri, samstundis, sum tað hevur eydnast umhvørvisaktivistunum at leggja hesa snaru fyri søgu- og siðvandu álendingunum.

Kunnu ikki verja seg, sjálvir!
Og tað, sum verri er: Álendingar sleppa ikki sjálvir at verja seg í hesum stóra álvarsmáli. Tá man bert er eitt "sjálvstýrandi øki" sleppur ein ikki til borðs saman við teimum stóru í ES. Álendingar eru soleiðis tvungnir at líta á Finnland, ið hevur fingið leiklutin at verja Áland í ES-rættinum í Luksemburg. Í brævið datomerkt 6. oktober 2003 skrivar "Ålands Landskapsstyrelse" - landsstýrið - til løgmálaráðið í Helsinki: "Åland har inga möjligheter att själv föra sin talan i EU-domstolen i denna typ av ärenden, eftersom det är medlemsstaterna som är EU-kommisionens motpart i frågor som rör överträdelser av medlemsförpliktelserna enligt artikel 226 i EU-fördraget." Ella sagt við øðrum orðum: bert sjálvstøðug lond eru limir í ES! Hevði t.d. føroyskt grindadráp verið klagað til ES-kommisjónina høvdu føroyingar ikki sloppið at vart seg sjálvar í ES-rættinum í Luksemburg. Finski veiðumaðurin og ES-tingmaðurin Ilkka Suominen verjir tó Áland. Í "Tidningen Åland" 15. maj 2003 sigur hann: "Vi jägare värnar mer om naturen och viltet än vad asfaltgänget i storstäderna gör." Hesum kunnu allir føroyingar bert taka undir við. Men røkkur hetta, sum argument yvir fyri ES-kommiserum og ES-dómarum?? Neyvan! Hesar ringu royndirnar hjá Álandi eiga at verða okkum ein læripeningur. Annars hevði tað verið uppá sítt pláss, at eitt samt Løgting og Landsstýrið lýsti sín fulla stuðul til álendska landstýrið og álendska løgtingið í hesum álvarsmáli.

P.S. Gev gætur: Hvalaveiða er bannað í øllum ES-limalondum!