Lene E. avlýsir aftur

Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, er aftur komin í eldin, tí nú hevur hon aftur sent avboð til ein uttanríkisráðharrafund. Hesaferð er talan um ein fund, sum uttanríkisráðharrarnir hjá ES-londunum hava í Bruxelles í morgin.

Men Lene Espersen fer ikki á fundin, tí hon heldur summarfrí í Italia saman við familjuni.

Tað skrivar Ekstrablaðið, sum samstundis veit at siga, at svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, hevur brotið sína summarfrí í Kroatia av fyri at sleppa á fundin í Bruxelles í morgin.

Á fundinum í morgin, sum millum annað snýr seg um ES-tiltøk ímóti Iran, skulu embætismenn umboða Danmark.