Hósdagin 25. og fríggjadagin 26. august vitjar danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, Føroyar. Tað er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ið eisini er føroyskur uttanríkisráðharri, sum er vertur fyri vitjanini, ið er ein arbeiðsvitjan. Løgmaður og danski uttanríkisráðharrin viðgera evni, ið hava felags áhuga, m.o. viðurskiftini millum Føroyar og ES, handilsviðurskifti, makrelmálið og hvalamál/IWC. Fundurin teirra millum verður hósdagin í Mykinesi.
Danski uttanríkisráðharrin fær eisini høvi at hitta Løgtingsins uttanlandsnevnd.
Tíðindafundur við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Lene Espersen, uttanríkisráðharra Danmarkar, verður hildin í Tinganesi fríggjadagin.