Leopardur drap eigaran

- Eingin vandi var fyri øðrum íbúgvum, og vanlukkan verður nú kannað, sigur løgreglan.

Myndin er tilvildarlig.

Ein leopardur hevur dripið eigara sín í einum privatum djóragarði í Slovakia. Hetta hendi í bygdini, Jasenie.

 

Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum.

 

Løgreglan í býnum, Banska Bystrica í Slovakia, sigur, at hin 63 ára gamli maðurin varð funnin lívleysur í garðinum, har leopardurin gekk.

 

- Eingin vandi var fyri øðrum íbúgvum, og vanlukkan verður nú kannað, leggur løgreglan aftrat.

 

Almenna tíðindastovan STVR í Slovakia sigur, at maðurin rak einsamallur ein privatan djóragarð.

 

Her hevði hann 20 ymisk dýr, bæði húsdjór og villini djór.

 

- Hvat fer at henda við leopardinum, sum drap eigaran, er ikki greitt í løtuni, veit tíðindastovan NTB at siga seinnapartin.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.