Leopardur dripið fimm kvinnur

Teir seinastu dagarnar hevur ein leopardur gjørt av við fimm kvinnur í Nepal. Tað seinasta offurið var ein 14 ára gomul genta. Líkið varð funnið í einum skógi í gjár.

Nepalska løgreglan er sannførd um, at tað er tann sami leopardurin, sum hevur beint fyri øllum fimm. Menn hava biðið myndugleikarnar um loyvi til at skjóta leopardin, men teir hava fingið noktandi svar, tí eftir lógini er tað bannað. Ein fyrispurningur um at fanga leopardin og at lata einum djóragarði hann vann heldur ikki frama.

Í fjør gjørdu leopardar av við sjey fólk í Nepal. Tann seinasti tilburðurin tá var í oktober, tá ein leopardur leyp á ein 14 ára gamlan drong og drap hann.