Myndugleikarnir í Nepal bera ótta fyri, at ein leopardur kann hava beint fyri 15 fólkum í einum fjarskotnum landsparti teir seinastu 15 mánaðirnar. Fyri stuttum hvarv ein fýra ára gamal drongur, og í gjár vórðu leivdir av honum funnar í einum skógi umleið ein kilometur frá bygdini, har drongurin búði.
Løgreglan sigur, at ein leopardur hevði beint fyri dronginum, og at 14 onnur fólk hava fingið somu lagnu teir seinastu 15 mánaðirnar. Løgreglan heldur, at tað er helst tann sami leopardurin, sum hevur beitnt fyri ølum 15.
Teir lokalu myndugleikarnir hava lovað 1.700 krónur í finningarløn, um onkur kann taka leopardin ella gera av við hann. Vill djór eru annars friðað í Nepal.