Í fyrstu atløgu má sigast, at Kjartan Hoydal rættiliga raffinerað fær tikið seg sjálvan burtur úr mínari grein fyri síðan at seta Petur Reinert inn. Soleiðis kann hann fáa onkran lesara til at halda, at eg brúki mína orku til at viðgera persónar, sum ikki fáa vart seg. Tað er í sjálvum sær sera ódámligt. Men høvuðspersónurin í mínari grein var ikki Petur Reinert, Hann var bert nevndur einaferð og í einum einasta setningi.
Hetta var tað, sum stóð í mínari grein: ? Í 1975 kom heildarloysnin, sum løgtingið tók undir við, men arkitektarnir aftanfyri vóru Petur Reinert, sáli og Kjartan Hoydal. Ráfiskagrunnurin var teirra uppfinnilsi."
Politiska embætistíðin hjá Petur Reinert var frá 1975 til 1979, og tað sum m.a. hendi í 80´unum, hevði hann onga polirtiska ábyrgd av. Og tað hevur heldur eingin fasthildið, minst av øllum eg sjálvur.
Út frá roknskapinum hjá landskassanum kunnu vit staðfesta, at rakstarstudningurin til okkara høvuðsvinnu frá 1980 til 1990 kostaði góðar 3 milliardir krónur, og at effektiv veðhøld í sama tíðarskeið kostaðu okkurt um 1,6 milliardir krónur. Hetta eru almenn tøl, sum ein og hvør við áhuga kann síggja, eisini Kjartan Hoydal, um hann hevur gloymt tey.
So Kjartan Hoydal tú hevur tikið tær tann rætt at skifta høvuðsleiklutin í mínari grein út. Petur Reinert, sáli var ikki høvuðspersónurin, men Kjartan Hoydal, sum m.a. sum hægsti embætismaður á økinum sat innaliga í studningsruðuleikanum fyri at brúka tíni egnu orð.
Annars var tað áhugaverda í tíni egnu skriving ímóti greinarøðini hjá Kára Petersen, at tú vildi vera við, at tað vóru kreftir í okkara samfelag, sum vildu fasthalda eina skaðiliga studningsskipan, sum í hesum førinum var ríkisstuðulin. Tú hevur líka sum tikið patent upp á at mótvirka øllum tí, sum hevur við studning at gera. Og títt point var, at ríkisstuðulin var eins skaðiligir fyri okkara samfelag sum studningsskipanin vat fyri okkara høvuðsvinnu, sum m.a. tú sum ráðgevi legði lunnar undir í 1975.
Fremsta planbúskaparliga framtak, sum er kent her á landi, har var tú ein av heilunum. Tað er ein veruleiki, sum hvørki tú ella eg fáa gjørt nakað við. Tí kann tað verða eitt sindur torført at taka teg fyri fult, tá tú nú hevur stillað teg í fremstu røð sum forsprákari fyri fríum og óavmarkaðum marknaðarbúskapi. Og mítt point var júst hetta hamskifti.
Vit áttu at tikið tíni orð fyri fult, tí hvør veit meira um studningar enn júst tú, men vitandi um at ?hensigten helliger midlet" eisini er galdandi í tínum føri, skalt tú eisini takast við ávísum fyrivarni.
Men ein aðru ferð eigur tú leggja teg eftir ikki at leggja øðrum orð í munnin.
Jóannes Eidesgaard