Ein russiskur lesandi á ríkisuniversitetinum í Moskva er dømdur í tíggju dagar í fongsul fyri at hava givið sínum wi-fi-neti navn við eini ukrainskari tjóðarheilsan.
Tað skrivar BBC.
Tann lesandi hevði broytt wi-fi-netið til »Slava Ukraini!«, sum merkir »Leingi livi Ukraina«.
Hann varð hósdagin í rættinum í Moskva funnin sekur í at vísa »symbol fyri víðgongdar felagsskapir«, skrivar miðilin.
Síðani Russlandi gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í 2022 eru fleiri russarar dømdir fongsulsrevsing fyri at hava víst sína mótstøðu ímóti krígnum ella fyri at hava funnist at herinum.
Tan lesandi varð handtikin mikudagin í russiska høvuðsstaðnum, eftir at ein løgreglumaður hevði meldað navnið hjá wi-fi-netinum hjá honum til myndugleikarnar.
BBC, sum hevur sæð rættarskjølini, skrivar, at løgreglan síðani rannsakaði kamarið hjá honum, sum er ein eitt býli fyri lesandi á campus á lærda háskúlanum, har tey funnu telduna og wi-fi-routaran.
Rætturin staðfesti hósdagin, at tann lesandi hevði brúkt sítt wi-fi-net til at »promovera sloganið 'Slava Ukraini!' til eitt óavmarkað tal av brúkarum«.
Hann varð sambært miðlinum dømdur fyri »alment at hava sýnt fram nazisymbolik ella symbol fyri víðgongdar felagsskapir.«
Myndugleikarnir løgdu hald á routaran.
»Slava Ukraini!« er eitt klassiskt slogan fyri stuðul til Ukraina, sum ofta verður brúkt undir mótmælisgongum ímóti innrásini.
Í síðsta mánaði vórðu fleiri hundrað persónar í Russlandi handtiknir fyri at leggja blómur í sambandi við jarðarferðina hjá deyða russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj í Moskva.
Jarðarferðin var tann størsta samkoma av andstøðuviðhaldsfólki, sum hevur verið at sæð í landinum síðani í januar í 2021, tá Navalnyj kom heim til Russlands og varð handtikin.
/ritzau/