ASK (Altjóða Skrivstovan) og MFS (Meginfelag Føroyska Studenta) skipaðu í gjár fyri einum pisudegi fyri fólk, sum hava fingið játtandi svar um hægri lestur uttanlanda. Umleið 20-30 fólk vóru møtt til tiltakið, og tað er minni enn tað hevur verið onkuntíð fyrr. Holger Arnbjerg, dagligur leiðari á ASK, er tó væl nøgdur við tiltakið:
- Tað byrjaði við uppleggum frá MFS, Sparikassanum og øðrum. Eg haldi, at skráin var góð og eitt sindur øðrvísi. Spaikassin gav eina metan um, hvussu tú best kanst skipa teg fíggjarliga, tá ið tú fert at lesa, sigur Holger
Luttakararnir savnaðust í bólkum alt eftir, hvar tey fóru at lesa. Tey tosaðu saman í ein tíma.
- Tað er gott at hitta fólk, sum fara at lesa á sama stað sum tú. Tað hjálpir kanska til at gera lestrarbyrjanina lættari.
- Vit fingu svarað nøkrum spurningum, sum luttakararnir sótu inni við, t.d. um flyting, skatt, arbeiði eftir útbúgving og annað, sigur Holger.
Vil fegin ráðgeva
Holger Arnbjerg starvast hjá ASK, og hann vil fegin ráðgeva føroyingum um útbúgving uttanlanda.
- Eg ráðgevi um útbúgvingar uttanlanda. Vit royna eisini at kunna um lestrarmøguleikar uttan fyri Danmark. Tað ber til at ringja til mín ella e-meyla. Ella kanst tú fara inn á heimasíðuna www.ask.fo.
- Tað eru summi, sum ivast í, hvat land er best at fara til fakliga ella fíggjarliga. Fólk kunnu venda sær til mín, og eg skal fegin ráðgeva, sigur Holger.
Tað er vorðið meira vanligt, at fólk fara longur enn til Danmarkar at lesa. Stórabretland er vorðið vælumtókt, og samært Holger er tað einans ein styrki fyri Føroyar.
- Tað er gott, um vit fáa eitt fjølbroytni í samfelagnum. Fólk fáa ymiskar framferðarháttir til trupulleikar alt eftir, hvar tey hava lisið, og tað er bara gott.
Í september byrjar tiltakið "Markleys útbúgving", sum ASK skipar fyri. Tað er kunning um lestrarmøguleikar í fleiri londum.
- Vit arbeiða miðvíst við at fáa føroyingar út at lesa, og vit vilja fegin hava fólk til meira forkunnug lond enn Danmark. Stuðulsstovnurin hevur eina stuðulsskipan, sum skal neutralisera munin á kostnaðinum millum londini. Um tað t.d. er dýrari at lesa í Onglandi enn í Danmark, so fært tú meira stuðul. Soleiðis skal tað ikki vera fíggjarligir trupulleikar, sum forða fólkum í at fara longur út at lesa, sigur Holger Arnbjerg at enda.