Lestrarkvøld á Bókasavninum í Kollafirði

Til tess at koma meir í samband við lánararnar fer Bókasavnið í Kollafirði nú at hava nøkur fyrilestrarkvøld.

Endamálið hjá einum bókasavnið er umframt at lána bøkur út, eisini at skapa og menna áhugan fyri mentanarlívinum. Tí er ætlanin framyvir regluliga at skipa fyri fyrilestrum, kvøldsetum og øðrum mentanarligum tiltøkum. Sum dømi um hetta kunnu nevnast bókmentakvøld, eitt kvøld um staðarnøvn og okkurt kvøld um fólk í bygdini, ja møguleikarnir eru nógvir. Bókasavnið er í skúlanum, og tí eru góðir møguleikar at hava tiltøk, sum savna nógv fólk.

Ætlanin er at skipa soleiðis fyri, at áhugafeløg eisini hava møguleika at leggja til rættis fundir ella fyrilestrar, sum hava teirra og íbúgvanna áhuga.

Lagt verður fyri við eini fyrilestrarøð um Miðgerð. Miðgerð er kent um alt landið og hevur fostrað mangar kendar føroyingar, og nógv siga seg vera ættað haðani. Feløgini, sum fyrireika hesa fyrilestrarøð eru Kollafjarðar Bygdarsavn og Fornminnafelagið í Kollafirði saman við Felagnum fyri Ættarkanning.

Fyrsti fyrilesturin í ár verður fríggjakvøldið 11. februar kl. 19.00 í skúlanum. Tað verður Ólavur Clementsen, sum skal røða um Miðgerð - eldra part. Ættarkanningarfelagið fer eisini at greiða frá um og vísa við talvum arbeiðið at leita eftir forfedrunum.

Steðgur verður við kaffi og køkum. Ein lítil framsýning av myndum og lutum verður eisini. Og høvi verður eisini at seta fram spurningar.

Tiltakið heldur fram hóskvøldið 9. mars. Ætlanin er at skipa hetta kvøldið sum eina kvøldsetu við tónleiki og frásøgn, har onkur persónur av Miðgerðaættini, ið er fluttur av bygdini, og á onkran hátt hevur gjørt vart við seg, verður umrøddur.

Seinasta tiltakið í hesum umfari verður hóskvøldið 6. apríl. Tá er ætlanin at fáa onkran at taka saman um tey seinastu 100 árini.

Bókasavnið og feløgini vóna, at væl verður tikið undir við hesum tiltøkum.