Lettland er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin Lettland-Føroyar

 

 

Seinnapartin klokkan 17 í morgin spælir føroyska fótbóltslandsliðið dyst um triðja plássið í Baltic Cup kappingini.

 

Dysturin verður leiktur í Riga móti Lettlandi. 

 

Føroyar taptu greitt 1-4 (1-1) fyri Estlandi, har tað gekk serliga illa í seinna hálvleiki. Lettland tapti á heimavølli 0-2 (0-0) fyri Litava.

 

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina lítla favorittstøðu til Lettland.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Lettland eru 1,85.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,44.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 3,80. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Savnsmynd frá 2020