Letur gøtusjúkrahús upp aftur

Frelsunarherurin í Noregi hevur í nøkur ár rikið eitt gøtusjúkrahús í Oslo. Tey hava nú arbeitt við at gera eina nýggja serliga kvinnudeild á sjúkrahúsinum, sum læt upp aftur mikudagin. Sjálvur Haraldur kongur var við til hátíðarløtuna

Tað var føroyingurin, Njál Djurhuus, limur í Frelsunarherinum í Noregi, sum við hjálp frá góðum fólki tók fyrsta stigið til eitt sonevnt gøtusjúkrahús, sum er ætlað at taka sær av fólki, ið av einari ella aðrari orsøk eru endað á gøtuni.

Talan er í mesta føri um rúsevnismisnýtarar, sum ongan góðan hava, og sum gjøgnum misnýtslu sína eru endað við at búgva á gøtuni í Oslo.

Hesi fólk eru sjálvandi serliga útsett fyri øllum møguligum skavankum so sum lungnabruna og opnum sárum til tað, at vera HIV-positiv, og tað er stóra arbeiðið, sum Frelsunarherurin ger millum hesar heimleysu misnýtarar, sum í mongum førum er munurin millum lív og deyð.

- Hetta er eitt sjúkrahús við 40 sjúkrasystrum og læknum, so tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv er at gera, sigur Njál Djurhuus.

Gøtusjúkrahúsið byggir á tvær frágreiðingar, tann fyrra skrivað mitt í 90-unum og hin seinna í 2002. Hetta førdi til, at skrivarin í kommunufelagnum kom inn í myndina í 1995. Hon fekk farloyvi uttan løn í tveir mánaðir og skrivaði eina greinagerð, og hetta førdi so aftur til, at sonevnda Feltpleyen varð sett á stovn í januar 1999. Hon hevur sostatt virkað í 10 ár, og í 2008 høvdu tey yvir 6000 viðgerðir har.

Har komu fólk inn hvønn dag við trupulleikum av øllum handaslag, og tað stóð skjótt greitt, at tørvurin var størri enn tær fimm sjúkrasystrarnar og tveir læknarnir kundu makta.

Tað var so henda frágreiðingin frá 2002, sum umvegis heilsumyndugleikarnar førdi til eitt gøtusjúkrahús, sum upprunaliga hevði pláss fyri 10 sjúklingum.

Frelsunarherurin fekk so til vega eini hús mitt í Oslo, sum vórðu umbygd til sjúkrahús.

 

Tørvurin stórur

At tørvurin er stórur sæst eina best av, at tað starvast ikki færri enn 150 fólk í rúsumsorgini hjá Frelsunarherinum í Oslo. Og stóri tørvurin førdi eisini til, at neyðugt var at útbyggja gøtusjúkrahúsið.

Talan er um eina nýggja deild til kvinnur.

Marit Myklebust er dagligur leiðari fyri gøtusjúkrahúsinum, og hon fegnast um nýggju deildina.

- Hetta er tað týdningarmesta, sum er hent fyri rúsmisnýtandi kvinnur. Vit hava staðfest tørvin og nýtt nógva orku at seta saman besta tilboðið til tær, sigur Marit Myklebust við heimasíðuna hjá Frelsunarherinum í Noregi.

Á vanligum sjúkrahúsum finnast ikki serskiltar kvinnudeildir, men á gøtusjúkrahúsinum er kortini tørvur á einari slíkari deild.

- Kvinnur hava so lætt við at enda í umsorganar leiklutum, eisini í rúsumhvørvinum. Vit sóu tað eisini her á gøtusjúkrahúsinum, og loysnin gjørdist at skerma genturnar av. Tá tær koma til okkum eru tær so niðurkoyrdar og sjúkar, at tær bara skulu sleppa at taka ímóti, sigur Marit Myklebust.

Og nógv er gjørt burtur úr. Eitt nú hevur kvinnudeildin sína egnu spa-deild við hárfríðkanarfólki, massagu og boblubaði.

- Eru tað nøkur, sum hava uppiborið spa, eru tað gøtukvinnurnar. Tær liva eitt hart og hvíluleyst lív. Vit vilja geva teimum eina lítla oasu, har tær fyri einaferð skuld kunnu savna kreftir, sigur Marit Myklebust við heimasíðuna hjá Frelsunarherinum.

Hon sigur, at nógvar av kvinnunum hava verið úti fyri harðskapi og misnýtslu, og vilja illa rørast. Ein løta í spa-deildini hjá gøtusjúkrahúsinum kann tískil gerast ein sjáldsom positiv húðkontakt við eitt annað menniskja.

Gøtusjúkrahúsið hevur eitt gott samstarv við allar sosialar stovnar hjá Frelsunarherinum og hjá øðrum, og við hini sjúkrahúsini í Oslo eins og kommunulæknaskipanina.

 

Áhugaður kongur

Tað er eitt stórt arbeiði, sum verður gjørt fyri tey heimleysu og rústengdu á gøtuni í Oslo, og tað er heldur ikki nakað, ið fer óansað aftur við borðinum.

Sjálvur Haraldur kongur av Noregi hevur stóran áhuga í arbeiðinum.

- Tað krevur ein sterkan rygg at fara gjøgnum skemd og háðan við virðing, segði Haraldur kongur í sínari nýggjársrøðu, og helt fram: - ...høvdu vit viðurkent, at øll menniskju er líka nógv verd, høvdu vit ikki góðtikið, at nøkur verða møtt við niðurlátan og háðan orsakað av, at tey stríðast við rústrupulleikar.

Og tað er ikki bara í talu, at kongurin vísir áhuga. Hann var eisini við til frumsýningina av filminum »Gatas Gynt«, ið er ein dramatisering av 5. parti av leikinum »Per Gynt« eftir Henrik Ipsen, har tað eru rúsmisnýtarar av gøtuni, sum hava leiklutirnar.

Tað kom tí ikki óvart á, at kongurin eisini var við, tá gøtusjúkrahúsið læt upp aftur eftir útbyggingina.

Tað hevur nógv at siga fyri sjúklingarnar á gøtusjúkrahúsinum, at kongur er til staðar, og tað er við til at uppfylla kongsins ynski í nýggjárstaluni um, at vendingin »samfelagsins veikastu« missir meiningina.