Levi Hanssen aftur í HB

Eftir eitt ár við steðgi frá fótbóltinum, fer Levi Hanssen komandi ár aftur at tørna út í Effo-deildini

HB hevur í dag avdúka fyrsta nýggja styrkin til komandi kappingarár hjá felagnum. Talan er um miðvallarleikaran, Levi Hanssen, sum seinast eisini spældi fyri HB. Hann spældi tó ikki við í hesum kappingarárinum, tí Levi hevur havt ein steðg frá fótbólti í ár.

 

Levi Hanssen er ein leikari, ið kann spæla fleiri staðni á vøllinum. Hann hevur tó spælt mest á miðvøllinum í høgru síðu.

 

Heimasíðan hjá HB skrivar, at felagið fegnast um, at Levi Hanssen nú aftur fer at tørna út fyri mest vinnandi felagið í føroyskum fótbólti.

 

Levi Hanssen er mest skorandi føroyski leikarin í altjóða fótbólti fyri føroysk klubb-feløg.