Levi Mørk ger comeback í Vági

Dennis Holm, sitandi borgarstjóri, gjørdist toppskorari í Vági við 131 atkvøðum. Tjóðveldisflokkurin gjørdist eisini størsti flokkur við 348 atkvøðum, tað er 39,1 prosentum av atkvøðunum, og fær fýra býráðslimir. Javnaðarflokkurin fekk einans 10 atkvøður færri, 338 atkvøður, 38 prosent og tríggjar tinglimir. Sambandsflokkurin fekk 203 atkvøður, 22,8 prosent og tveir tinglimir.

 

Levi Mørk, sum áður hevur verið býráðslimur í Havn, er valdur inn í bygdaráðið í Vági. Hann gjørdist nummar tvey á Javnaðarlistanum við 63 atkvøðum. Toppskorari hjá Javnaðarflokkinum í Vági er Eydis Kjærbo, sum fekk 67 atkvøður. Fyrrverandi borgarstjórin, Kirstin Strøm Bech, er eisini vald inn í býráðið í Vági. Hon fekk 37 atkvøður og gjørdist nummar trý á Javnaðarlistanum í Vági.

 

Dennis Holm fær Anna Brattaberg Samuelsen, Danjal Bjarkhamar og Eyðbritt Krosslá við sær í býráðið. Fyri Sambandsflokkin eru Erhard Joensen og Conrad Gaard Joensen valdir. 

 

Sostatt eru fýra broytingar í mun til seinasta val. Erhard Joensen, Levi Mørk og Kirstin Strøm Bech stillaðu ikki upp í 2012. Eyðbritt Krosslá gjørdist akkurát ov stutt til seinasta val, men tá Sirið Stenberg gjørdist landsstýriskvinna, tók hon sæti í býráðnum fyri landsstýriskvinnuna.