Levi Nybo: Vit eru nøgdir við avrikið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr annan av venjarunum hjá StÍF taka samanum sigurin ímóti Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við annan av venjarunum hjá StÍF, Levi Nybo aftaná 24-20 (12-7) heimasigurin hjá StÍF ímóti Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini. 

 

Levi er nøgdur við ein fýramálssigur, hóast tað sá enn ljósari út hjá StÍF tíðliga í seinna hálvleiki. 

 

Levi heldur, at liðandin og samanhaldið ber langt hjá StÍF. Men hann ásannar, at mistøk verða eisini gjørd, og serliga í fyrra hálvleiki heldur Levi, at hansara menn brenna ov nógvar málmøguleikar. Men avrikið í verjuni er hann sera fegin um. 

 

Levi slær fast, at liðið ætlar at hava sama hugburð til seinnu hálvfinaluna, sum verður sunnudagin klokkan 15, og teir í StÍF ætla at síggja uppá tað, sum ein nýggjan dyst, har teir ikki fokusera ov nógv uppá tey fýra málini teir eru á odda frá fyrru hálvfinaluni.