Lewis Hamilton vann í USA

Lewis Hamilton kann vera sera vælnøgdur við avrikini í Norður Amerika, seinasta vikuskiftið vann hann formil 1 í Kanada, í dag vann hann í USA

Formil 1

 

Hóast byrjunarraðfylgjan Hamilton, Alonso, Massa og Räikkönen eisini var endaliga úrslitið. So skal man ikki lata seg lumpa, og halda at formil 1 koyringin á Indianapolis breytini var ein keðilig koyring. Við tøttum nærdystum og nógvur yvirhálingum var koyringin spennandi frá byrjan til enda. Eisini innanhýsis í teimum báðum oddaliðunum vóru dystirnir tættir. Stutt áðrenn annan pittsteðg trýsti Alonso Hamilton, og hevði McLaren liðið ikki havt lagt soleiðis til rættis, at Alonso skuldi inn at skifta dekk og fáa brennievni eitt umfar áðrenn Hamilton, so kundi enda raðfylgjan væl verið ein onnur. Tó var tað ein lítil villa hjá Alonso stutt fyri steðgin, ið átti størstu skuldina fyri, at tað ikki veruliga gjørdist spennandi um oddasessin.

 

Ferrari var næstbest

Ferrari megnaði ikki, at avbjóða McLaren, men var næstbesta liðið hesa koyringina. Heilt tætt var millum teir báðar Massa og Räikkonen ímóti endanum, men finnin slapp ikki framvið brasiliumanninum, og Massa kundi tí enn einaferð sleppa á sigursskammilin saman við teimum báðum McLaren bilførarunum.

 

 

Illa framleitt sjónvarp

Fyri okkum, ið ikki vóru í USA, men máttu taka til takkar við klippingini hjá framleiðslustjóranum av koyringini, var tað eitt sindur trupult at fylgja við, tí sjáldan hevur ein formil 1 koyring verið so illa framleidd. T.d. sá eg ongantíð ordiliga, hvat hendi í fyrst svingi, tá David Coulthard, Rubens Barrichello og Ralf Schumacher fóru av breytini, saman við ymiskum øðrum. Fyri hesar tríggjar endaði koyringin av hendingini, ið Giancarlo Fisichella eisini var innblandaður í, meðan kortini vórðu blandaði av nýggjum millum bilførararnar, ið vóru aftan fyri hendingina. Eitt nú fór Liuzzi átta pláss upp eftir hendingina. Hann vísti seg at vera sera trupul at sleppa framvið, og hetta gjørdi, at ein røð av 5-6 bilum støðugt lá aftanfyri hann, og hesir bilar skaptu nógv undirhald við innanhýsis yvirhálingum. Eftir koyringina havi eg skilt, at orsøkin til óhappið var, at Ralf Schumacher misti tamarhald á bili sínum.

 

Flott debut

BMW tykist at hava triðbesta bilin og tað var uttan iva ein vónbrotin Nick Heidfeld, ið fekk trupulleikar við 18 umførum eftir. Robert Kubica koyrdi ikki hetta vikuskiftið, og hansara óroyndi avloysari 19 ára gamli Vettel, fekk veruliga roynt seg á avbjóðandi breytini í Indianapolis. Í byrjanini vístu manglandi royndirnar seg, og Vettel misti heilt nógv pláss beinanvegin. Men hann stríddi seg uppaftur, og fekk stig í síni fyrstu formil 1 koyring, fyri eitt flott áttanda pláss.

Mest vónbrotni maður á breytini mundi tó vera Nico Rosberg. Rosberg var einasti bilførari, ið hevði valt bert at steðga einaferð í pittinum, meðan allir hinir valdu 2 steðgir. Hetta saman við sera skilagóðari koyring gjørdi at Rosberg lá á einum flottum sætta plássi, men við fýra umførum eftir, gav Toyota motorurin upp, og ein sjónliga illur Rosberg mátti skunda sær parkera brennandi Williams bilin og sleppa sær úr honum.