Leygardagin verður nógv ymiskt á skránni í Fuglafirði, og klokkan 22.30 verður varmakelduhugni, har fólk hittast við bálið niðri á Varmakeldu. Verður veðrið til vildar, er hetta ein hugnalig løta, og í ár verður tað Sámal Matras, sum fer at halda røðu, og síðan verður felagssangur.
Fyrireikararnir siga, at skuldi tað hent, at veðrið ikki verður í ”summarhýri”, sum tey taka til, hittast fólk í staðin heimi á Oyruni til røðu og felagssang.
Leygardagin verður eisini ársins kvinnutúrur, sum er ein miðal túrur, ið kortini varar einar 6-8 tímar. Her verður byrjað í Funningsfirði klokkan 9 leygarmorgunin, og síðan er leiðin Elduvík, Oyndarfjørður, Hellurnar og Fuglafjørður.
- Í einum neysti í Elduvík verður borðreitt við breyði við føroyskum viðskera, meðan tveir ungir strúkarar fara at spæla klassiskan tónleik.
Fyrireikararnir vísa á, at í Oyndarfirði verður heimagjørd skuffukaka, kaffi, te og vatn at leska sær við.
- Í Fuglafirði eta vit matpakka, áðrenn bussur koyrir okkum aftur til Funningsfjørð, har túrurin byrjaði. Tekning til henda túrin, sum kostar 900 krónur, tá matur og drykkjuvørur eru íroknaðar, fer fram á hiking.fo.
Leygardagin verður ymiskt á skránni í Fuglafirði, og her lata handlarnir, Fjord, Vørslan, Kato og NoðaStova, upp klokkan 10.
Í Piddasahandli og Gallerí Ribarhúsi verður hildið fram sum dagin fyri.
Fótbóltur verður í Fløtugerði á middegi leygardagin, tá U15 dreingir spæla, og klokkan 15 verður landskappingardystur í bestu deildini millum ÍF og HB. Spenningur er um henda dystin, nú ÍF hevur staðið seg rættiliga væl í landskappingini.
Eftir ÍF-HB dystin verður eisini ein dystur í 3. deild í Fløtugerði leygardagin.
Framsýningin hjá Janusi á Húsagarði heldur fram í Mentanarhúsinum leygardagin, og leygardagin verður okkurt lætt og søtt frá Gómagott til keyps í kafé’ini, til ”vínkúllarnir” taka yvir klokkan 18.
Eitt annað tiltak í Mentanarhúsinum seinnapartin leygardagin verður ein konsert við Tórshavnar Manskóri, sum byrjar klokkan 17.
Leygarkvøldið klokkan 18 til 22 verður tapas-& vín støkkup í Mentanarhúsinum, og hetta verður við ”vínkúllunum”, sum teir rópa seg. Mat-og vínúrval sæst á Facebook-síðuni, Hugnaløtur. Lagt verður aftrat, at her nýtist eingin borðbílegging, men plássini eru avmarkað.
Klokkan 20 leygarkvøldið verður konsert í Mentanarhúsinum við Tinganest, og her kunnu atgongumerki bíleggjast á atgongumerki.fo