Leygardagin 8. des. fyllir Karl Johan Hansen 85 ár

Karl Johan er elsti sonur Ellen Katrine Poulsen úr Miðvági og Zacharias Hansen úr Syðradali á Streymoynni, vanliga nevndur Zacharis í Syðradali. Hann vaks upp niðri á Reyni í Havn - saman við tveimum yngri brøðrum, Paula, sum var 3 ár yngri og Símuni, sum var 10 ár yngri.
Tá ið Karl Johan vaks upp, hevði fiskur stóra týdning í húsarhaldinum. Pápin átti ein árabát og Karl Johan var ofta við pápa sínum á floti í Nólsoyarfirði. Alneyðugt var at kenna heilt neyvt streymviðurskifti og nær og hvar fiskur var at fáa ymisku árstíðirnar. Hetta lærdi Karl Johan frá pápa sínum, og hevur hann havt tað við sær síðani. Og sjáldan kemur hann tómhentur av floti. Hóast árini eru mong, dámar honum framvegis væl at fara á flot.
Karl Johan hevur altíð verið áhugaður í ítrótti. Sjálvur íðkaði hann fótbólt og spældi í fyrstu deild hjá B36 í mong ár. Hann var við, tá ið B36 í 1948-1950 vórðu Føroya Meistarar 3 ár á rað og fóru uttanlands - til Noregs - at spæla fótbólt, sum ikki var vanligt tá á døgum. Fótbóltur hevur fylt nógv í lívi hansara. Hann er nærum til hvønn dyst hjá B36, tá teir spæla í Gundadali. Tó er hann onkuntíð so spentur, at hann kennir seg noyddan at fylgja við heimanífrá og fáa spælararnir av grovfíluni verbalt, um teir ikki vinna ella onkur ger okkurt mistak. Karl Johan sat í nevndini hjá B36 frá 1946 til 1951.
Undir krígnum var Karl Johan stórur smádrongur og minnist hann alt kríggið frá byrjan til enda. Mangar eru søgurnar, hann hevur at siga frá krígsárunum. Ein ræðulig hending, hann ofta hevur fortalt, var tá ið hann og barndómsvinurin, Tummas Napoleon Djurhus, sáli, sótu úti í Tinganesi og ótu biskuitt, meðan armeraði trolarin, Karolina Tordé, sum lá úti á vánni, varð sprongdur í luftina av týskum bumbuflogførum, beint frammanfyri eygunum á teimum.
Karl Johan valdi sær handverksleiðina sum livibreyð. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen, og fór seinni á maskinmeistara skúla. Hann sigldi í nøkur ár við Kúrberg sum maskinmeistari og fór síðan aftur at arbeiða sum bilmekanikari eftir at hava tikið eftirútbúgving í Danmark í umvæling av stórum lastbilum og gravmaskinum. Í hesum sambandi ferðaðist hann nógv runt oyggjarnar og umvældi maskinur. Eftir at hava arbeitt hjá Phil & Søn í eitt tíðarskeið fór hann í 1962 at arbeiða á einum verkstaði hjá Tórshavnar Kommunu, har hann stutt eftir bleiv leiðari. Samstundis var hann sløkkiliðsmaður. Her var hann, til hann fór frá fyri aldur.
Við sínum lætta lyndi nýtir Karl Johan sítt otium á sín sermerkta vanabundna hátt. Hann svimur annan hvønn morgun, lesur tær bøkur, hann fær hendur á og fer á flot við bátinum Kalla, tá líkindi eru. Í seinastuni er hann farin í holt við at nýta Ipad/teldil.
Karl Johan giftist við Thordis Bjarnasson Poulsen, ættað úr Hvalba, í 1954. Tey fingu døtrarnar Katrin, Elin og Joan. Abbabørnini eru 7 í tali, og langabbabørnini 3 í tali.
Frá okkara barnaárum minnast vit serliga aftur á nógvar, góðar og minningarríkar túrar kring oyggjarnar. Serliga túrarnar eftir gamla oyggjarvegnum í lítla goggo-mobilinum. Hetta var áðrenn Oyggjarvegurin var samanbundin, men goggo-mobilurin slapp lættliga yvir um eftir gøtuni, ið bant Oyggjarvegin saman.
Vit vilja her ynskja pápa okkara hjartaliga til lukku við føðingardegnum, sum verður hildin saman við teimum nærmastu.
.......
Døturnar