Leygardagin verður matiné í Havnar kirkju við Kristinu Thede Johansen og Ólavi Gaard.
Kristina hevur júst fingið prógv sum saksofonleikari og Ólavur er júst vorðin bachelor í rútmiskum gittari. Tey hava bæði gingið á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus.
Á skránni leygardagin eru trý stykki hjá Páll Sólstein, tvey hjá Ólavi Gaard, og eitt føroyskt lag.
Tiltakið er í Havnar kirkju 3. august kl. 11.30.