Nólsoyar bygd dugur væl at samansjóða og hugna sær saman. Tað sæst á nógvu ymisku tiltøkunum, sum íbúgvarnir ofta skipa fyri.
Síðst í september skipaði Nólsoyar skúli fyri leygardagsskúla. Hendan dagin høvdu børnini foreldrini við í skúla, har øll hugnaðu sær saman við at gera ymiskt, sum kundi brúkast til ein dukkuleik.
Rakel Helmsdal var biðin um at koma við at fyriskipa tiltakið og leggja lag á.
Øll húskini arbeiddu saman um hvør sítt ævintýr. Alt tilfarið til dukkuleikirnar var gjørt úr ruski, ítrivstilfari og hugflogi. Dagurin endaði við framførðslum við øllum, sum húskini høvdu gjørt gjøgnum dagin.
Rakel Helmsdal hevur sjálv lagt frágreiðing og myndir út á heimasíðuna hjá sær, tær sært HER.