Skeivur búskaparpolitikkur
Tíggju amerikanarar, sum hava fingið Nobelvirðislønina í búskapi, finnast í einari felags fráboðan at seinasta uppskotinum hjá stjórnini um at endurreisa amerikanska búskapin.
Teir tíggju viðurkendu búskaparfrøðingarnir skriva, at uppskotið hjá stjórnini fer ikki at bøta um arbeiðsloysið, og at tað fer heldur ikki at skunda undir búskaparvøksturin. Teir fýlast eisini á, at stjórnin hevur skotið upp at strika skattin á vinningsbýti, tí tað tænir bert einkultum persónum og ikki vinnulívinum, og um skattabroytingarnar annars siga teir, at tær fara at skerja skattainntøkuna hjá tí almenna, sjálvt um tað ikki er ætlanin hjá stjórnini.
Teir tíggju, sum hava skrivað undir fráboðanina, eru Lawrence Klein, Franco Modigliani, Joseph Stiglitz, Paul Samuelson, Kenneth Arrow, Robert Solow, William Sharpe, Douglas C. North, Daniel McFadden og George Akerlof.
Hann er sum oldurabbin
Nógvir týskarar eru í øðini, eftir at amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, hevur sett Týskland í bás saman við Kuba og Libya. Tað gjørdi Rumsfeld, tá hann fyrradagin varð spurdur, hvørji lond alment hava boðað frá, at tey eru ímóti álopi á Irak.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Rumsfeld hevur tosað heldur niðurlátandi um Týskland. Fyri nøkrum døgum síðani segði hann, at Týskland og Frakland eru trupul sameind at hava við at gera, men at tey hoyra til tað gamla Evropa, sum hann tók til.
Orðalagið hjá amerikanska verjumálaráðharranum er fallið nógvum týskarum fyri bróstið, men týski innanríkisráðharrin, Otto Schilly, royndi í gjár at sissa sínar landsmenn. Hann vísti á, at oldurabbi Rumsfeld var úr Norðurtýsklandi, har fólk hava tað fyri at taka í so rívan til. Oldurabbin hjá amerikanska verjumálaráðharranum var úr einari bygd uttan fyri Bremen.
Um Kyrrahavið í sevbáti
Amerikanski ævintýrarin Phil Buck hevur sett sær fyri at sigla tvørtur um Kyrrahavið í einum sevbáti. Sjálvur sigur hann, at báturin er tann tryggasti, sum mannahendur nalrantíð hava gjørt.
Umframt Phil Buck verða átta mans við bátinum, og fyrsta dagin ætla teir at leggja frá landi í Kili, har teir eisini hava gjørt bátin. Ætlanin er so, at teir skulu sigla teir næstan 10.000 fjórðingarnar til Sidney í Avstralia, og gongst eftir ætlan, fer ferðin at taka seks mánaðir.
Fyri trimum árum síðani sigldi Phil Buck frá Kili til Páskaoynna, og amerikanski ævintýrarin dylir ikki fyri, at hansara stóra fyrimynd er norðmaðurin Thor Heyerdahl, og at tað var ferðin hjá Heyerdahl við »Kon Tiki«, sum eggjaði sær til at royna at sigla um Kyrrahavið.
Gjalda fyri vígslur og jarðarferðir
Kirkjan í Bergen er so illa fyri fíggjarliga, at leiðslan hevur skotið upp, at í framtíðini skulu fólk gjalda fyri at verða vígd í kirkjuni. Skulu fólk til gravar úr kikrjuni, skulu teirra avvarandi gjalda fyri tað.
Martin Kulid, kirkjuverji í Bergen, sigur við norska útvarpið, at eftir uppskotinum skulu hjún rinda 805 krónur fyri at verða vígd í kirkjuni, og gjaldið fyri eina jarðarferð verður tað sama. Hann væntar, at hesar eykainntøkurnar fara at geva kirkjuni umleið eina millión krónur um árið.
Martin Kulid sigur, at hóast talan er um eina meirinntøku, er tað ikki nóg mikið til tað, sum vígslur og jarðarferðir kosta kirkjuni.