Leygardagsstubbar úr útlondunum

Versnar hvønn dag

Ósemjan millum Danmark og Russland um kekenska varaforsætisráðharran Akhmed Zakajev er komin nógvum donskum útflutningsfyritøkum illa við, og summar teirra hava steðgað sínum samhandli við russar.
Tað hevur víst seg, at russiska tolleftirlitið ger serliga nógv burturúr, tá danskir lastbilar koma til markið, og tað hevndir javnan, at bilarnir noyðast at bíða í fleiri dagar eftir teimum neyðugu innferðarskjølunum. Hetta kostar nógvar pengar, og tí hava summar danskar fyritøkur valt at steðga útflutninginum til Russlands. Aðrar fyritøkur royna at halda á, tí tær bera ótta fyri at missa sambandið við tann góða og veksandi russiska marknaðin.


Fyrsti dómur í 350 ár

Sum tann fyrsti limurin í enska kongshúsinum seinastu 350 árini hevur Anna prinsessa fingið dóm í einum enskum rætti. Tað hendi hósdagin, tá prinsessan viðgekk, at hundur hennara hevði bitið tvey børn. Anna prinsessa varð dømd at gjalda 790 pund í bót. Harðasta revsingin í hesum føri er seks mánaða fongsul.
Bretskir rættarserfrøðingar siga, at dómurin hjá Onnu prinsessu er tann fyrsti, sum ein limur í enska kongshúsinum hevur fingið, síðani Karl kongur Fyrsti varð dømdur til deyða og hálshøgdur í 1649.
Í slíkum málum er rættiliga vanligt, at hundurin, sum beit, skal avlívast, men so var ikki í hesum føri. Dómarin gav kortini prinsessuni boð um at ansa betur eftir hundinum, og hann legði afturat, at bítur hann fólk eina ferð afturat, skal hann avlívast.
Her kann verða skoytt uppí, at sjálv stevningin í hesum málinum kann tykjast rættiliga skemtilig. Í rættarbókini stóð: Elizabeth drotning ímóti Anne Elizabeth Alice Louise. Við øðrum orðum: Móður ímóti dóttur.


Ósamdir politikarar

150 limir í amerikanska umboðsmannatinginum hava kunngjørt, at teir styðja ein iranskan andstøðufelagsskap, sum stjórnin hjá Bush forseta hevur skrásett sum yvirgangsfelagsskap.
Teir 150 politikararnir siga í kunngerðini, at felagsskapurin MKO er ein lógligur andstøðufelagsskapur, og at hann eigur at verða strikaður av amerikanska yvirgangsyvirlitinum alt fyri eitt.
Í september avdúkaði blaðið Newsweek, at amerikanski løgmálaráðharrin, John Aschroft, hevði havt samband við iranska felagsskapin. Hetta kom bæði løgmálaráðharranum og stjórnini illa við, tí MKO hevur staðið í amerikanska yvirgangsyvirlitinum líka síðani 1997.
MKO sigur seg hava einar 30.000 vápnaðar limir, og amerikanska uttanríkisráðið vil vera við, at felagsskapurin hevur skipað fyri fleiri bumbuatsóknum í Iran, og at hann hevur beint fyri fleiri iranskum leiðarum. Amerikanarar vilja eisini vera við, at MKO myrdi amerikansk sivilfólk í Iran í sjeytiárunum.
Tað, sum serliga ørkymlar amerikansku stjórnina, er, at MKO hevur høvuðsskrivstovu í irakska høvuðsstaðnum Bagdad, og at felagsskapurin uttan iva fær stuðul frá Saddam Hussein.
Í republikanska flokkinum hjá Bush forseta er ikki semja um støðuna hjá MKO. Ilena Ros-Lehtinen, sum er republikanskur limur í umboðsmannatinginum, sigur, at MKO er ein demokratiskur andstøðufelagsskapur, sum USA eigur at viðurkenna.