Leygardagurin fer ikki at øka nýtsluna

Stjórin í Rúsuni stúrir ikki fyri, at fólk fara at drekka verri fyri tí um Rúsan fer at hava opið leygardag

Tað fer ikki at elva til størri rúsdrekkanýtslu, at Rúsan í næstum eisini fer at hava opið leygardagar.
Tað heldur Elsa Maria Olsen, stjóri.
Hon sigur, at Rúsan hevur til endamáls at tálma nýtsluni og tað verður gjørt upp á tríggjar mátar:
1: Atkomuligheit: Rúsdrekka er bara at fáa í einum handli. Tað merkir, at tann, sum vil hava rúsdrekka, skal gera eitt tilvitað val og fara í Rúsuna at keypa. Hinvegin verður ongin verður brádliga freistaður at keypa rúsdrekka av at síggja drykkjuvørur á eini tilvlidarligari handilshyll.
2: Prísurin: Í Føroyum er prísurin á rúsdrekka høgur. Í veruleikanum er hann millum teir avgjørt hægstu í Norðanlondum.
3: Upplýsing og ráðgeving: Ein týðandi partur av virkseminum hjá Rúsuni er at upplýsa og ráðgeva viðskiftafólk um drykkuvørur, ikki minst í sambandi við at seta rúsdrekka av ymsum slagi og mat saman.
Og tað er her, at møguleikin at hava opið leygardag, spælir ein leiklut.
- Hyggja vit eftir atferðini hjá okkara viðskiftafólki, síggja vit, at tey, sum keypa sær okkurt at drekka afturvið einum góðum bita eitt vikuskifti, koma øll í Rúsuna í nakrar fáar tímar seinnapartin fríggjadag.
- Í okkara strongda gerandisdegi er tað mangan einasta tíðin, har stundir yvirhøvur eru at koma í Rúsuna, sigur Elsa Maria Olsen.
Men tá hevur starvsfólkið so nógv at gera at sita við kassan og við at fylla hyllarnar aftur so hvørt, at alt ov lítil orka er til at ráðgeva og upplýsa viðskiftafólkið.
Tí væntar stjórin, at við at hava opið leygardagar, fer ein partur av tí stóru innrásini fríggjadagar, at verða flutt yvir til leygardagin og sostatt fær starvsfólkið munandi betri umstøður at ráðgeva og upplýsa viðskiftafólkið um drykkjuvørurnar og um samansetingar ímillum drykkjuvørur og mat.

Ikki opið enn
Enn er ikki avgjørt, nær Rúsan fer at hava opið leygardag.
Men talan er um víttfevnandi broytingar hjá starvsfólkinum og tað krevur, so tað ganga nakrar vikur, áðrenn vit sleppa í Rúsina leygardagin.
- Hinvegin vænti eg ikki, at sølan fer at økjast, serliga tá ið havt verður hugað, at prísurin er so nóv hækkaður í heyst.
At hava opið leygardag, førir eisini fleiri starvsfólkaútreiðslur við sær. Fara tit at seta prísin enn longur upp fyri at vinna tær útreiðslurnar innaftur?
- Tað dugi eg ikki at siga, tí tað hava vit ikki mett um enn, sigur stjórin.
Les eisini greinina: Føroyingar fara burtur frá sprutti og greinina: Nògv mest brennivín, umframt greinina: Miðalstyrkin fellur.