Tað er neyvan á hvørjum degi at borgarafundur verður hildin í Leynum. Tá so fundur endiliga verður hildin er uttan iva talan um eitt mál, sum upptekur fólk.
Tað gjørdi tað so sanniliga eisini. Á borgarafundi fyrr í mánaðinum varð nevniliga tosað um at taka seg úr Kvívíkar kommunu og heldur fara upp í grannakommununa í Vestmanna.
Skúlin á Leynum var nevniliga fullsettur av fólki hetta týskvøldið fyri júst tveimum vikum síðani.
Boðað til fundin høvdu trý fólk á Leynum. Við hesum fundi ynsktu tey at vísa á sína misnøgd við førda politikkin í Kvívíkar kommunu.
Tvey av hesum fólkunum sita í bygdaráðnum, men hava ikki følt at ynskini um menning og framburð í økinum verða hoyrd.
Tí varð avgjørt at kalla inn til fundin, sum vendi sær serliga til fólkið á Leynum, Skælingi og á Stykkinum.
Á fundinum var breið semja um, at neyðugt er við samstarvi í økinum. Tá sagt verður økinum so verður í fyrsta lagi hugsað um økt samstarv við Vestmanna kommunu.
Tosað varð eisini um at bygdirnar skuldu fara upp í hesa kommununa. Enntá nevndi onkur møguleikan at fara upp í Tórshavnar kommunu.
Semja varð tó kortini um at rættast er at samstarva við Vestmanna kommunu, soleiðis at hetta økið kann verða ment í framtíðini.
Eingin framburður
Stigtakararnir til borgarafundin í Leyna skúla vóru Soffi Egholm og Palle Rasmussen, sum sita í bygdaráðnum í Kvívík. Saman við teimum var eisini Tórarin Didriksen innbjóðari til henda fundin.
Í skrivi, sum varð sent í øll húsini í bygdunum varð sagt, at ynski teirra var og er at leggja upp til menningar- og framburðsætlanir í økinum.
Soffi Egholm hevur búð í Danmark í nógv ár. Men tá hon fyri nøkrum árum síðani flutti aftur til Leynar gjørdist hon stórliga bilsin.
- Øll hesi árini meðan eg búði í Danmark var einki hent í Leynum. Tað sá út næstan á sama hátt, sum tá eg fór, sigur Soffi við Sosialin.
Meðan hon búði í Danmark var hon virkin í politikki, og tí veit hon nógv um, hvussu tað er at arbeiða við at menna eitt øki uppá allar mátar.
Afturkomin til Føroyar kundi hon snøgt sagt staðfesta, at tað ikki er soleiðis á øllum støðum og økjum her á landi. Tað sær út til, at ein hevur arvað eina ósemju millum kommununa, og sum forðar fyri allari menning í økinum!
Samstarv neyðugt
Eitt av málunum, sum fekk nógva umrøðu á borgarafundinum var sonevnda samstarvsnevndin.
Endamálið við hesi nevndini, ið hevur tríggjar limir, var at øll økini í Kvívíkar kommunu skuldu mennast nú og í framtíðini.
At síggja til er hetta arbeiðið nærum steðgað upp, tí ein frá ávísum síðum ikki hevur so stóran áhuga í hesum. Tað er kanska heldur so, at ein roynir at mótarbeiða hesum arbeiðinum.
Hetta hevur fólkið tikið at sær, og ynskir nú at okkurt skal henda í málinum at ein fær eitt betri og størri samstarv við Vestmanna kommunu.
Í løtuni er samstarv millum kommunurnar á ymiskum økjum, men ikki á nóg nógvum.
- Frá byrjan av fingu vit eina avtalu um eina samstarvsnevnd. Henda nevndin skuldi tosa um samstarv við Vestmanna kommunu, soleiðis at øll økini skuldu kunna mennast til felags loysnir og grundarlag.
- Hetta skuldi føra til ein berandi framburð fyri øll. Men soleiðis er veruleikin tíverri ikki, varð sagt í innbjóðingini til borgarafundin.
Samstundis varð harmast um, at persónar beinleiðis mótarbeiddu hesi nevndini í tí arbeiðinum, sum hon skuldi gera.
Hetta hevur so aftur ført við sær, at fólkið í hesum trimum bygdunum nú sjálvt fer at taka støðu til samstarv og møguliga samanlegging við Vestmanna kommunu.
Enn verður einki sagt um, hvussu hetta reint formelt skal gerast. Men sum skilst er áhugi í Vestmanna fyri eini slíkari samanlegging.
FAKTA
Kvívíkar kommuna fevnir um fimm bygdir. Tær eru Kvívíkar kommuna fevnir um fimm bygdir. Tær eru Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur.
Í kommununi búgva 570 fólk. Av teimum búgva umleið 360 í Kvívík, umleið 50 á Válinum, umleið 30 á Stykkinum, umleið 100 í Leynum og 14 á Skælingi.
Kelda: Føroya Kommunufelag