Leyp á fólk við knívi í handilshúsi í Aucklandi

Forsætisráðharrin í Ný Sælandi, Jacinda Ardern, kallar álopið eina yvirgangsatsókn.

- Tað, sum hendi í dag, er andstyggiligt og haturskent, sigur forsætisráðharrin, Jacinda Ardern.

 

 

Fleiri fólk í einum matvøruhandli í Aucklandi í Ný Sælandi eru í dag álopin av einum manni við knívi, og forsætisráðharrin í landinum, Jacinda Ardern, kallar álopið eina yvirgangsatsókn.

 

Á tíðindafundi segði hon, at maðurin, sum framdi illgerðina, var kendur av løgregluni, og at løgreglan áður hevur greinað hann sum ein víðgongdan IS-stuðul.

 

- Tað, sum hendi í dag, er andstyggiligt og haturskent. Tað var ein harðrendur og víðgongdur maður, sum framdi yvirgangsálopið í handilshúsinum í Aucklandi, segði Jacinda Ardern á tíðindafundinum.

 

Støðan hjá fleiri av teimum løstaðu er álvarslig. Vakmyndaupptøkur úr handilshúsinum vísa fólk, sum renna út úr handlinum í panikki. 

 

Løgreglan sigur, at ein maður kom inn í handilshúsið og byrjaði at stinga frá hond. 

 

- Vit hava funnið mannin, sum varð skotin og doyði á staðnum, verður lagt aftrat.

 

Sambært forsætisráðharranum, Jacinda Ardern, varð yvirgangsmaðurin skotin og dripin 60 sekund eftir, at hann byrjaði álopið á viðskiftafólk, sum vóru stødd í handilshúsinum.

 

 

 

- Tað, sum hendi í dag, er andstyggiligt og haturskent, sigur forsætisráðharrin, Jacinda Ardern.