Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan fleiri fráboðanir frá fólkum í Miðvági um, at ein maður gekk og hótti fólk við eini øks. Tað sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við Kringvarpið.
At talan var um eitt álvarsamt mál gjørdist rættiliga skjótt greitt, tí løgreglan fekk fleiri fráboðanir um mannin.
- Maðurin var illur í sær, sveiggjaði við øksini og tað var ikki møguligt at tosa hann til fornuft, so løgreglan mátti pasifera mannin við piparspray, seðgi Jón Klein Olsen við Kringvarpið.
Tá løgreglan kom á staðið, legði maðurin eftir politibilinum við øksini.
- Áðrenn hann varð handtikin lukkaðist tað honum, at høgga eitt hol í motorhjálmin í politibilin. Tað eru eisini aðrir bilar, ið eisini hava fingið skaða, segði Jón Klein Olsen.
Eingin persónur fekk skaða í hendingi.