Leyp í deyðan

Fleiri fólk sótu avbyrgd, tá eldur kom í eini hús í 13 hæddum í pakistanska býnum Lahore í dag.

Trý av teimum neyðstøddu hildu seg ikki hava annað í at velja enn at leypa út ígjøgnum vindeygað. Eitt teirra, sum leyp av sjeyndu hædd, doyði beinanvegin. Hini bæði vórðu flutt á sjúkrahús, men doyðu seinni, skrivar tribune.com.pk

Tíðindastovurnar skrivaðu seinnapartin, at sløkkiliðið hevði ikki fingið tamarhald á eldinum, og at fleiri fólk stóðu í vindeygunum og róptu um hjálp.