Leyp oman á Viðareiðisvegin

Gamli Viðareiðisvegurin var í gjárkvøldið stongdur, tí at grót varð lopið oman á vegin

 

Gamli Viðareiðisvegurin (savnsmynd)

Stutt fyri midnátt kom ein fráboðan um, at ein stórur klettur lá á Viðareiðisvegnum, sum tí varð stongdur. Vaktleiðarin á politistøðin sigur, at Landsverk fer at rudda vegin aftur í morgun, so koyrandi.

Gamli Viðareiðisvegurin verður ikki nógv nýttur. Fyri nøkrum árum síðani var nýggjur vegur og tunnil gjørdur til Viðareiðis, júst tí at mett var, at vandin var so stórur fyri omanlopi á gamla Viðareiðisvegin.

 

Gamli Viðareiðisvegurin (savnsmynd)