Leysir hundar í Havn

.

Í síðstu viku var løgreglan í Havn saman við hundafangaranum hjá Tórshavnar kommunu út og skrásetti leysar hundar.

Sambært polivitøkuni fyri Havnina hava hundar ikki loyvi at ganga leysir í høvuðsstaðnum.

Úrslitið av kanningini var, at fleiri hundar ganga leysir. Sjey hundaeigarar fáa sendandi sektaruppskot fyri brot á hundalógina.