Leyslatin eftir grundlógaravhoyr

Tey bæði ungu fólkini, sum møttu í grundlógaravhoyri í gjár, vóru bæði leyslatin seinnapartin. Tey eru skuldsett í einum hassjmáli.

 

Grundlógaravhoyrið gekk fyri afturlatnum hurðum, men Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur við in.fo, at ríkisadvokaturin í Danmark tók avgerð um, at tey bæði skuldu leyslatast seinnapartin í gjár.

 

Málið er serligt, tí annar av teimum skuldsettu er í nærmastu familju við ein tænastumann hjá føroysku løgregluni. Løgreglan í Føroyum er tí í vissan mun ógegnið, og tí verður málið viðgjørt av ríkisadvokatinum í Danmark.

 

Tað var ríkisadvokaturin, sum bað um at grundlógaravhoyr varð hildið á miðdegi í gjár. Av tí at freistin var stutt, bar ikki til at fáa ein ákæra úr Danmark at taka sær av avhoyrinum. Tað var tí eitt umboð fyri ákæruvaldið í Føroyum, sum var ákæri. Eftir at fyrst gentan og síðani drongurin vóru avhoyrd, vóru frágreiðingarnar endurgivnar fyri ríkisadvokatinum.

 

Samstundis sum grundlógaravhoyringin fór fram, gjørdi løgreglan húsarannsókn hjá teimum skuldsettu. Ríkisadvokaturin tók avgerð um, at um einki nýtt kom fram undir húsarannsókini, kundu tey bæði skuldsettu leyslatast.

 

Tey sluppu tí úr varðhaldinum seinnapartin í gjár.

 

Málið verður nú víðari viðgjørt av ríkisadvokatinum, sum skal taka avgerð um, hvørt ákæra skal reisast móti teimum ella ikki.