Hondbóltur
Fremsta málið hjá Søljuni undan hesum kappingarárinum var helst at sleppa sær av niðasta plássinum, har liðið annars ofta hevur hildið til, tá talan hevur verið um fyrstudeildar hondbóltur seinnu árini.
Og við sigrinum á StÍF sunnudagin bendir nógv á, at hetta málið er rokkið. Í øllum førum skal eitt sera gott hugflog til, um tað skal eydnast Kyndli at fáa trý stig ella fleiri restina av kappingarárinum.
Fingu ferð á
Fyrstu løtuna var tað annars ikki so nógv, sum bendi á, at tað skuldi eydnast Søljuni at ogna sær stigini á degnum. StÍF var liðið, sum fekk betru byrjanina í dystinum, og tað skuldu ganga 11 minuttir, áðrenn heimaliðið fekk fyrsta málið.
Tá hetta eydnaðist, so var tað skjótt, at gongdin í dystinum tók at venda. Kristian Griksaite prógvaði enn einaferð, at hon telist millum heilt frægu málverjarnir í landinum, og so líðandi koppaði eisini yvirvágin á máltalvuni til fyrimun fyri heimaliðið.
Og í seinna hálvleiki staðfestu tær á heimaliðnum, at hesa leiðsluna vildu tær ikki missa. Mest sum alla tíðina hildu tær seg eini trý-fýra mál á odda, og tá StÍF so móti endanum minkaði munin niður í tvey mál, megnaði Søljan kortini at svara aftur, soleiðis at eingin ivi skuldi taka seg upp um endaliga útfallið.
Plássini trygg
Sum nevnt, so hevði sigurin við sær, at Søljan nú eftir øllum at døma hevur vissað sær, at tær ikki enda niðastar í inniverandi útgávu av landskappingini. Gaman í hava tær enn ein dyst móti Kyndli, men munurin til tær er nú trý stig, so har skuldi tann stóri vandin ikki verið á ferð.
StÍF skal helst neyvan rokna við so nógvum stigum afturat, men heldur ikki teirra pláss í røðini tykist til at vika. Søljan kann kanska sleppa upp á átta, so tann vegin hendir neyvan nakað, og við fimm stigum upp til Neistan á fjórða plássinum tykist tað heldur ikki vera nakað, sum tosast skal um inni á Skála.
Dysturin í tølum
Søljan-StÍF 22-18 (10-8)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu 9(4), Fía Selma Nielsen 5, Hertha Simonsen 4, Arnleyg Haraldsen 2, Heidi Maria Akselsen 2
StÍF: Melica Ergic 6(2), Anna B. Danielsen 5, Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 3
Brotskøst: Søljan 4, StÍF 2
Útvísingar: Søljan 3, StÍF 2
Dómarar úr Stjørnuni: Karsten Joensen & Kristian Joensen.