Leysu bingjurnar bjargaðu skipinum

Bingjurnar, sum skræddu seg leysar og gjørdu stóran skaða á dekkinum á Ice Lady, bjargaðu skipinum í seinna enda, tá tær tettu holið í dekkinum

Bingjurnar á dekkinum á Ice Lady kílaðu seg fastar yvir stóra holinum, sum var í dekkinum. Tað gjørdi, at so lítið av sjógvi kom niður, at skipið kláraði at halda seg flótandi. Var tað ikki so, sakk skipið.
Árni Dam á Skipafelagnum Føroyar, sum er umboðsmaður hjá Ice Lady í Føroyum, greiðir frá, at tá lastin skeytst umborða á Ice lady, slitnaðu tvær bingjur, sum stóðu á yvirdekkinum eisini. Og sum rímiligt var, stóðu tær ikki stillar í slíkum líkindum, sum skipið var í.
Tær furaðu eftir dekkinum og gjørdu skaða fyri sær. Millum annað skræddu tær kappan, har niðurgongdin er, oman av og slættaðu dekkið. Har gjørdist eitt heilt stórt hol í dekkinum. Hetta mannholið tók nógvan sjógv, og varð tað standandi soleiðis gapandi opið, var eingin ivi um, at skipið hevði sokkið, sigur Árni Dam.
Men lukkutíð fyri skip og manning, brotnaðu føturnir undan aðrari bingjuni, sum lá og sigldi eftir dekkinum, og hon kílaði seg fasta úti í borðinum, orsakað av slagsíðuni, skipið hevði fingið. Hin seinni reistist hálv oman á hana og bant so báðar fastar. Og tilvildin og eydnan vildu tað soleiðis, at hendan fyrra stóð beint yvir hesum opna mannholinum og typti soleiðis so mikið, at ikki tann nógvi sjóvurin kom niður.
?Høvdu beinini ikki brotnað undan, so bingjan stóð tætt at dekkinum, kom skipið ikki aftur í aftur, ivast Árni Dam ikki eina løtu í.

Brimil skjótur
Skjóta hjálpin frá Brimli eigur eisini sín góða lut í, at tað spældi so væl av, sigur Árni Dam.
Brimil var skjótur hjá Ice Lady og fekk beint henni inn í Vágahavið, heldur enn at hon var farin lensandi suður móti Bankanum. Var hon endað so sunnalaga, hevði ikki verið tespiligt at komið norður fyri aftur í tí veðrinum, sum var, og í harðasta streymi, vísir Árni Dam á.
?Eitt sundurbrotið skip við slagsíðu upp á eini 20 stig er ikki so at fara um havið við í illveðiri, vísir hann á.
Árni Dam er ikki nøgdur við lastingina, sum verið hevur, áðrenn skipið er farið til havs.
Ikki tað, at teir, sum lastað hava, ikki hava vitað, hvat teir gjørdu. Men heldur pakningin, lastin var í, er hann ivasamur um.
Frystilast er, og alt var pakkað í plastik og lagt á plattar. Og tá skal einki til, áðrenn tað rósar. Tí so tætt verður eingin last stúvað, at ikki nakað av luft er ímillum.
?Talan skal bara vera um millimetrar í einum borði, so hava vit fleiri centimetrar í hinum borðinum, vísir Árni Dam á. Og hendan lastin gleið væl, sigur hann og nevnir sum dømi, at teir skumpaðu onkran platt upp á pláss við at seta ryggin ímóti, tá hann var komin upp á bryggjuna.
?So lætt flutti tað seg, vísir hann á. So tað sigur seg sjálvt, at í eini last í øgilium rulli, endar skjótt galið.
Lastin var stúvað, sum vanligt er, við pútum í millum har, opini vóru, Men púturnar nyttaðu so einki í hesum førinum. Tær brustu, og so var rættiliga galið.

Stórarbeiði
Tað var stórarbeiði at taka upp eftir skaðan, sum Ice Lady fekk, sigur Árni Dam. Teir hava havt 460 plattar í landi og umskipað mestsum hvørt einasta kolli í lasitini var.
Tórshavnar Skipasmiðja hevur havt garneringina frá í stórum parti av lastini og gjørt nógv av nýggjum. Eisini nýggjan kappa á dekkinum, sum vera man.
?Vit máttu tøma stóran part av lastini úr skipinum fyri at sleppa til at síggja, hvussu umfatandi skaðin var. Og hann var stórur, sigur Árni Dam.
Klassin kravdi lastina betri tryggjaða, áðrenn skipið slapp avstað aftur, sigur hann. Millum annað hava skipasmiðjumenninir sveisað fleiri stúttur á millumdekkunum og upp við síðuportrunum. So nú verður lastin eisini tryggjað við reimum, sigur Árni Dam.
Fólk hjá Skipafelagnum hevur arbeitt í meira enn eina viku við at tøma Ice Lady, pakkað um og lasta av nýggjum, sigur Árni Dam. Mánadgin og fríggjadagin í seinastu viku máttu teir biða eyka fólk og truckar til arbeiðis, tí tá var teirra fólk og útgerð upptikin av at lossa og lasta teirra egnu skip.
Ice Lady sleppur væntandi avstað aftur í dag, sigur Árni Dam, umboðsmaður hjá skipinum.