LGBT-skrúðgongan hevur týdning fyri Havnina

- Og hon hevur týdning fyri tey virði, ólavsøkan umboðar

Skrúðgongan, Faroe Pride, sum LGBT skipar fyri á ólavsøku, hevur týdning fyri Havnina. Og hon hevur týdning fyri tey virði ólavsøkan umboðar.

 

Tað heldur mentanarnevndin hjá Tórshavnar Býráð. Tey sipa til, at í gjár helt Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, at skrúðgongan skuldi verðið bannað í miðbýnum í Havn á ólavsøki. Ístaðin skuldi hon verðið flutt niðan á Karlamagnussarbreyt, akkurát sum Sea Shepherd.

 

 

Les eisini: Samkynd skrúðgonga á ólavsøku skal bannast

 

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinnna í nevndini sigur, at tí hava tey eisini stuðlað tiltakinum.

 

- Eg ivist ikki í, at tann stóra undirtøkan, júst henda skrúðgonga fær, er grundað á, at allarflestu føroyingar vilja hava eitt samfelag, har vit virða hvønn annan, júst soleiðis sum vit eru, sigur hon.

 

Hon vísir á, at skrúðgongan hevur øll árini verið væl fyriskipað.

- At Miðflokkurin finnur uppá at samanbera leiklutin hjá LGBT við leiklutin hjá Sea Sheperd er langt úti.

 

- Sea Sheperd  roynir við propaganda, og eisini við ósannindum, at seta Føroyar í ringt altjóða ljós, og tað eiga vit at verja okkum fyri, sigur forkvinnan í nevndini. Men tað skal sjálvandi gerast við viti og skili. og við virðing fyri vanligum mannarættindum, leggur hon afturat.


- Tað er eitt stórt framstig fyri okkum sum samfelag, at vit í dag hava pláss fyri LGBT skrúðgonguni og tí fjølbroytni og margfaldi, sum hon myndar, og sum boðar frá at Føroyar eru eitt samfelag, har pláss er fyri menniskjum við øllum brigdum, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Og tí skal skrúðgongan vera aftur í ár, leggur hon afturat.