LGBT vónar virðiliga viðgerð

- Eg havi framvegis álit á, at løgtingið fer at viðgera málið um borgarliga vígslu av samkyndum við tí virðing, sum tað hevur uppiborið, sigur Sonja Jógvansdóttir

- Eg havi framvegis álit á, at løgtingið fer at viðgera málið um borgarliga vígslu av samkyndum við tí virðing, sum tað hevur uppiborið, sigur Sonja Jógvansdóttir

 

Mikudagin fegnaðist felagsskapurin LGBT, tí at uppskot um at samkynd skulu kunnu giftast borgarligt varð lagt fyri løgtingið.

 

Men í Sosialinum í dag ger løgmaður greitt, at samgongan fer ikki at taka undir við uppskotinum. Og løgtingslimir í samgonguni verða ikki fríttstilla at atkvøða eftir sínari sannføring, eins og viðhvørt verður gjørt í sonevndum ”etiskum málum.”

 

Les eisini: Samkynd sleppa ikki at giftast

 

LGBT Føroyar hevur sum áhugafelagsskapur arbeitt fyri rættinum hjá samkyndum at giftast borgarliga.

 

Tí kemur tað illa við hjá felagsskapinum, at løgmaður blokerar viðgerðini av lógaruppskotinum, longu áðrenn tað er komið til fyrstu viðgerð.

 

- Vit hava eina demokratiska tiltrúgv til, at løgmaður ikki fer at siga politikarum í samgonguni, hvat tey kunnu viðgera og ikki, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

- Tað er enntá niðurfelt í stýrisskipanarlógina, at løgtingsfólk skulu atkvøða eftir síni sannføring. So sjálvandi vænta vit, at tey eisini gera tað í hesum málinum, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Fyrsta viðgerð av málinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga verður væntandi í aðruviku.

 

Hoyr samrøðu við Sonju Jógvansdóttir við at trýsta á pílin undir myndini.