Liðandin var tann rætti

- Júst nú er hetta besti dystur nakrantíð hjá okkum.
Soleiðis segði Joan M. Djordjevic hjá Stjørnuni, tá vit fingu orðið á hana eftir sigurin í finaluni í Coca Cola-kappingini ímóti Stjørnuni. Eins og venjarin helt hon, at betra liðið vann dystin henda dagin.
- Í dag vístu vit, at vit hava eitt betri lið enn tær. Vit høvdu ein sovorðnan anda á liðnum í dag, sum vit ikki hava sæð í langa tíð, og hetta hava vit saknað. Vit hava mangan verið á odda fyrr, men so mist leiðsluna í síðstu minnuttunum, men í dag er eingin ivi. Vit koma á odda, og vit megna at halda leiðsluni allan vegin.
Vit hava mangan sæð, at tá lið vinna steypakappingini, so steðga tey eitt sindur upp í landskappingini, men hetta væntar Joan ikki av Stjørnuni í ár.
- Í kvøld skal hetta bara feirast, men eftir hetta skulu vit bara koyra á í landskappingini, sum vit hava koyrt á síðstu dystirnar. Ætlanin er nevniliga at vinna bæði steypakappingina og landskappingina í ár, segði ein stórsmílandi Joan. M. Djordjevic.