Talan hevur ikki verið um nakra ovurhonds stuttliga byrjan upp á kappingarárið hjá Bergi Midjord. Í fjør gekst annars somikið væl, at hann endaði árið við landsliðsferð í Ísrael.
Eftir skaða á landsliðsferðini í vár, hevur tað verið so sum so við spælitíð, men sunnudagin var hann aftur millum teir fyrstu ellivu hjá B36. Tað gingu tó bara 20 minuttir, áðrenn hann mátti av vøllinum við skaða í knænum, men sum skilst, so var hesin tó ikki álvarsligur.
Sjálvur segði Bergur eftir dystin, at talan helst var um okkurt liðbandi, sum var smávegis toygt, men at hann vónaði, at hetta var í lagi longu komandi vikuskiftið.