Óli Bjørn Viðstein, prentari, Hoyvíksvegur 49, Tórshavn, fer um tey áttati árini í dag, 2. juli.
Øll yrkisárini var hann í fakinum, sum tað verður sagt millum typografar, á prentsmiðju Dagblaðsins, sum tá húsaðist á Heygsbreyt, og seinni á eystaru bryggju, tá var heitið p.f. Dagprent. Seinni starvaðist Óla Bjørn hjá Einars Prent á Abbatrøð.
Fólk kenna óivað Óla Bjørn mest sum KFUM skótan. Av lyndi er hann ikki harðmæltur maður, stillan fer um strætir, er maðurin, ið roynist.
Var teirra millum, sum á sinni stovnaðu skótalið K.F.U.M.s í 1940 »fyri á tann hátt at draga Havnardreingir inn í samband við KFUM«, sum Poul N. Sørensen sigur í Ungmannablaðnum, tá felagið var 10 ár í 1948. Óli Bjørn hevur verið stuðulin í felagnum fyri nógvu tiltøkini í KFUM hevur skipað fyri, men stóra tak hansara var at vera stuðul aftan fyri næstan alt í KFUM.
Livandi tiltakið, nevnt VARÐMENN, er hann ein av høvuðsmonnunum aftanfyri. KFUM savnar í vetrarhálvuni einaferð um mánaðin væla lið av monnum til fyrilestur og andakt.
Óli Bjørn hevur verið kirkjutænari, klokkari í Havnar kirkju langt áramál. Starvið røkti hann samvitskufult og tað hendir enn, at hann tekur hond í.
Tey bæði, Selma, sum ættað er av Húsum, og Óla Bjørn eiga synirnar Odmar, Helgi, Jón og Eyðun.