Óli Breckmann, Fólkaflokkurin: Vil hava Javnaðarflokkin við

Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum var rættuliga nógv meira vinarliga sinnaður mótvegis uppskotinum, enn framsøgumaður Tjóðveldisfloksins. Hann vísti á, at hetta var triðju ferð Javnaðarflokkurin royndi seg við hesum uppskotið, umenn í eitt sindur broyttum líki hesaferð. Hann vísti eisini á, at Fólkaflokkurin, seinast uppskotið varð viðgjørt, var bundin á hond og fót av Sambandsflokkinum, sum noktaði samgonguflokkunum at viðgera uppskotið.

? Kortini hava vit ikki fingið avklára, hvaðar Javnaðarflokkurin vil, men hetta uppskotið er eitt tekin um, at flokkurin vil viðgera málið.

Annars vísti Óli Breckmann á, at uppskotið var skilagott á tann hátt, at Javnaðarflokkurin skjeyt upp, at vit fyrst fara at kanna avleiðingarnar, áðrenn støða verður tikin til, hvørja skipan vit skulu hava við Danmark.

? Tað er nú ikki so býtt fyrst at finna fram til, hvørjar avleiðingarnar verða, helt hann.

Óli Breckmann vísti eisini á, at tað í hesum føri eisini hjá samgonguni snýr seg um at fáa Javnaðarflokkin vinarliga sinnaðan mótvegis broytingunum, tí fyri at fáa ein breiðan meiriluta á tingi, má Javnaðarflokkurin verða við - Sambandsflokkinum hevði hann onga vón um.

At enda segði Óli Breckmann, at samgongan eigur at vísa sín positiva vilja - hóast samgongan átti at hildið fast við sítt egna uppskot.